7329.17 - Søguundirvísing fólkaskúlans


Skeiðsnummar
7329.17
Heiti
Søguundirvísing fólkaskúlans
ECTS
5
Fortreytir
Staðið modul 1 – 3 í søgulinjuni 2017/18.
Endamál
At geva lesandi vitan og fatan av nøkrum av teim grundleggjandi viðurskiftum (bæði fakligum og øðrum) sum kunnu leggjast til grunds fyri einari søguundirvísing við høgari fakligari dygd. Og hvussu unmfevandi og samansett øll tey viðurskifti kunnu verða, sum eru við til at ávirka dygdina í undirvísingini.
Innihald
1) Didaktiskar hugsanir um søguundirvísing fólkaskúlans, og hvussu hon er broytt gjøgnum tíðirnar, m.a við denti á fortreytum næminga og miðling av lærugreinini. 2) Søguforteljing og hvussu hon kann verða við til at menna barnsins søgutilvit og samleika. 3) Hugskot til at skipa eina meiri fjølbroytta søguundirvísing m.a. við atliti at dagsins fjølmentaða (interkulturella) samfelagi. 4) Nøkur av didaktisku høvuðseyðkennunum fyri ta góðu søguundirvísingini, umframt eginleikar og førleikar hjá tí góða (søgu)læraran.
Læru- og undirvísingarhættir
Upplegg, sjálvlestur, tilrættalegging av undirvísing og venjingar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi duga at: • Grundgeva fyri, hvussu fjølbroytt og samansett lærarauppgávan er, við at skilja millum: • Søgudidaktiskt atlit og vitan • Almenndidaktiskt/- pedagogiskt atlit og vitan.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við munnligari próvtøku, har lesandi innan pensum við lutakasti velja eina søgudidaktiska og eina almenndidaktiska grein, sum verðu løgd til grunds fyri munnligu próvtøkuni. Pensum er lestrarlistin niðanfyri. Lesandi fáa 45 min. fyrireikingartíð. Treyt fyri at fara til próvtøku er at lesandi hava havt eina framløgu um 1) søgudidaktiska partin. Og eina framløgu um 2) almenndidaktiski/- pedagogiski partin. Munnlig próvtøka, sum verður hósdagin 5. apríl, við innanhýsis próvdómara. Partarnir av próvtøkuni viga í dømingargrundalagnum umleið: • Søgudidaktiski parturin: 45% • Almenndidaktiski/- pedagogiski parturin: 45% • Mín yndislærari: 10%
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Søgudidaktiskt tilfar: Butters, Nanna o.o. (2010) At gøre kultur i skolen. Interkulturel praksis i historieundervisningin, s. 89-106. Bøe, Jan Bjarne (1999) Barnet og fortellingen. Fortidsfortellingens innflytelse på barnets historiebevisshet, s. 13-48. Kristiansand: HøyskoleForlaget. Kjeldstadli, Knut (2001) Fortiden er ikke hvad den har været – en indføring i historiefaget. Frederiskberg:Roskilde Universitetsforlag. Rasch-Christensen, Andreas (2010) Linjefaget historie. Mellem læghistorie og profession, s. 19-24, 55-74, 79-89. Århus: Viasystime. Wiben, Peder (ritstj.) (2009) Historiedidaktik, s. 154-186. København: Columbus. Almenndidaktiskt/- pedagogiskt tilfar: Andersen, Peter (ritstj) (2006). God undervisning, s. 5-13, 28-55. København: Unge pædagoger. Helmke, Andreas o.o. (ritstj) (2008). Hvad vi ved om god undervisning, s. 5-34. Frederikshavn: Dafolo København: Didaktik serien. Akademisk forlag. Laursen, Per Fibæk (2004). Den autentiske lærer. Bliv en god og effektiv underviser – hvis du vil, s. 6-25, 133-157. København: Gyldendals lærerbibliotek. Meyer, Hilbert (2010). Hvad er god undervisning, s. 5-37. København: Gyldendal lærerbibliotek. Annað: Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Tað var ein fragd. Skúlablaðið 2/2011, s. 32-33. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Hey, øll Føroya børn! Skúlablaðið 3/2011, s. 34-35. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Enniway skyldmenn. Skúlablaðið 4/2011, s. 30-31. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: - Tú boblar! Skúlablaðið 5/2011, s. 28-29. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Hundrað prosent fyrireikaður. Skúlablaðið 6/2011, s. 30-31. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Frisørurin og vikarurin. Skúlablaðið 2/2012, s. 30-31. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Pf Fiskur. Skúlablaðið 3/2012, s. 30-31. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Ein fragd at ganga í 7. flokki. Skúlablaðið 6/2012, s. 30-31. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Tað misrøkta várið. Skúlablaðið 1/2013, s. 30-31. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Úr skúla í skúla. Skúlablaðið 2/2013, s. 34-35. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Sláið ring. Skúlablaðið 3/2013, s. 30-31. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: a_bartal@hotmail.com. Skúlablaðið 4/2013, s. 30-31. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Greina og tulka. Skúlablaðið 5/2013, s. 32-33. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Framfúsur tá sum nú. Skúlablaðið 6/2013, s. 32-33. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Jeee halde við VEEBEE! Skúlablaðið 1/2014, s. 32-33. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Ómøguligt at skulka. Skúlablaðið 2/2014, s. 32-33. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Tónleikur dregur og sameinir. Skúlablaðið 3/2014, s. 32-33. Sonne Smith: MÍN YNDISLÆRARI: Konan beit fingurin av. Skúlablaðið 5/2014, s. 32-33. Hatties topliste: Hvad virker i undervisningen https://gymnasieskolen.dk/se-hatties-topliste-hvad-virker-i-undervisningen Tikið niður 10/3 2018
Ábyrgd
Dagbjartur Debes