7370.17 - Almenn mállæra, bendingarlæra og setningafrøði, nýnorskt/íslendskt
Skeiðsnummar
7370.17
Heiti
Almenn mállæra, bendingarlæra og setningafrøði, nýnorskt/íslendskt
ECTS
6
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Málið við skeiðinum er, at tann lesandi fær kunnleika til og hevur førleikan at:
1. Greina setningar niður á orðastig
2. Seta føroyskt í ein málsøguligan samanhang
3. Kenna ljóðliga grundarlagið undir framburði av føroyskum
4. Eyðkenna bendingarmynstur og bendingarformar
5. Kenna reglur og uppruna fyri stavseting
6. Kenna aftur siðvenju í sambandi við navnagávu
7. Kunnleika til nýnorskt
8. Kunnleika til íslendskt
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av ymsu tættunum í mállæru, málkunnleika, íslendskum og norskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði/verkstovur og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi hava ognað sær kunnleika til at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálæru og frálærutilfar í almennari mállæru, bendingarlæru, setningafrøði, íslendskum og norskum. Tann lesandi skal somuleiðis ogna sær førleikan at málbera seg neyvt og rætt í samsvari við tær málsligu reglur, sum eru galdandi í føroyskum og kenna reglurnar fyri rættskriving.
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig próvtøka á 4 tímar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu