7477.19 - Náttúra og tøkni, starvslæra


Skeiðsnummar
7477.19
Heiti
Náttúra og tøkni, starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til linjuna í Náttúru og Tøkni
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er at lesandi í praksis skulu vísa, at tey duga at brúka tað tey hava lært á skeiðunum “Lívfrøði”, “Geofaklig perspektiv” og “alis-/evnafrøði”. Og at tey í eini próvtøku-uppgávu megna at nýta og reflektera um væl dokumenterað tilfar (empiri) frá starvslæruni saman við didaktiskum, fakligum og ástøðiligum grundarlagi frá undirvísingini á skeiðunum.
Innihald
Yvirskipaða innihaldið á skeiðnum fevnir um hesi øki: • Starvslærufyrireiking • Undirvísing í fakligum temum, sum lesandi sjálv velja • Uppgáva, sum tekur støði í starvlæruroyndunum (undirvísing, læring, eygleiðing og dokumentatión) saman við fakliga og ástøðiliga partinum av skeiðunum “Lívfrøði”, “Geofaklig perspektiv” og “Alis-/evnafrøði”.
Læru- og undirvísingarhættir
Á hesum skeiðnum arbeiða lesandi sjálvsstøðugt einsæris ella í bólki við at leggja starvslæruna til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta hana.
Læruúrtøka
Til tess, at lesandi skulu menna og ogna sær førleikar til at skipa, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísing, krevst, at tey skulu duga: At brúka almennu námsfrøðina/didaktikkina saman við fakdidaktikkini í undirvísingartilgongdini. At reflektera um egna fyrireiking og gjøgnumførslu av undirvísing, so tey menna førleikan at brúka lærings-ástøði skilvíst. At vísa, at tey duga at nýta góðan kunnleika og vitan innan tey fakøki, sum fyrru skeiðini “Lívfrøði”, “Geofaklig perspektiv” og “Alis-/evnafrøði”, hava snúð seg um. At tey lesandi via transfer megna at brúka samskiftisevnini, sum tey hava lært á fyrru skeiðunum, tá ið tey sjálv undirvísa í starvslæruni.
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við eini skrivligari spurdómsstýrdari uppgávu, sum tekur støði í starvslæruni, sum tey lesandi hava gjøgnumført. Skrivliga uppgávan verður próvdømd saman við eini munnligari roynd. Starvslæran og spurdómsstýrda uppgávan eru lýst í serligum skjølum. Skeiðið verður mett við uttanhýsis próvdómara. Stendur lesandi ikki, skal viðkomandi upp til nýggja roynd. Hin lesandi fær tíð til at bøta um avrikið, so hann kann fara upp til endur- próvdøming. Avtala um tíð og stað til endur-próvdømingina verður gjørd av leiðsluni á NÁD.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður á skeiðnum
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen