7478.19 - Lívfrøði til miðdeild


Skeiðsnummar
7478.19
Heiti
Lívfrøði til miðdeild
ECTS
7,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Á hesum skeiði skulu tey lesandi ogna sær fakliga vitan um lívfrøði og megna at gagnnýta hesa til undirvísing, serliga í náttúru og tøkni.
Innihald
Ástøðiligi partarnir eru hesir: • Kyknan, virkni og ílegur • Vistfrøði og evolution • Menning, soppar, plantur og dýr • Mannakroppurin og heilsa • Nýtsla av verkstovum, tøkni og tøknifrøði er partur av øllum skeiðnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstovur, framløgur 
Læruúrtøka
1) At siga frá hvussu tilgongdirnar í kyknunum síggjast aftur í livandi verum og í vistskipanum og hvussu umhvørvið kann ávirka tilgongdir frá kyknustøði til vistskipanir. 2) At knýta tilgongdir í kyknum og umhvørvi saman við evolutión av djóra- og plantusløgum. 3) At lýsa mannakroppin í mun til anatomi, tilgongdum, seksualiteti og týdninginum av heilsugóðum lívsstíli. 4) At nýta tøkni og verkstovur sum didaktisk amboð at greiða frá lívfrøðiligum fyribrigdum.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í 3 pørtum. Eingi hjálpiamboð: 10 støðir við lutum, sum skulu eyðmerkjast. Íroknað onkur støð við mikroskopi – hálvur tími. 20 fleirsvaraspurningar – hálvur tími. Skrivliga próvtøka við 3 stuttum spurningum – 2 tímar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kvammen, P.I., Lie, S., Nyhus, G.C., Vedum, T.V., og Ødegaard, T. (2014). Oppdag naturen. Biologi for lærere. Grunnskolelærerutdanning. Bergen: Fakbokforlaget.