7611.19 - Didaktikkur og starvslæra, sjálvvalt evni


Skeiðsnummar
7611.19
Heiti
Didaktikkur og starvslæra, sjálvvalt evni
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi hevur staðið 1. og 2. modul á søgulinjuni
Endamál
Søgudidaktiski parturin fevnir um at geva innlit í og kunnleika um søgudidaktiska teori út frá ymsum fatanum. Hetta fyri at lesandi kunnu gera væl grundgivnar og sjálvstøðugar metingar og niðurstøður um søguundirvísing fólkaskúlans. Síðani at samansjóða hetta við tað sjálvvalda evni til eina dygdargóða undirvísing í søgu/samtíð, ið skal byggja á eina fakliga viðgerð av søgufakligum og søgudidaktiskum spurdómum. Lesandi skulu í starvslæruni duga at leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingini og gera sær egnar niðurstøður um avrik næminga, umframt at duga at savna inn og sjálv-støðugt viðgera empiriska vitan um fólkaskúlans viðurskifti.
Innihald
Umframt pensum niðanfyri koma lesandi, meðan tey eru í starvslæru, at viðgera eitt sjálvvalt evni – bæði søgufakliga og søgudidaktiskt. Eftir starvslæruna hava lesandi 2 vikur til at eftirviðgera starvslæruna og at skriva uppgávuna. Seinasta vikan er at fyrireika og gjøgnumføra munnligu próvtøkuna. Í viku 13 hava lesandi framløgu av tí evni, sum tey fara til próvtøku í. Skriva tey lesandi fleiri í felag, hava øll felags ábyrgd fyri allar partar av uppgávuni.
Læru- og undirvísingarhættir
Upplegg, sjálvlestur, tilrættalegging av undirvísing og framløgu hjá lesandi. Lesandi fáa 3 vegleiðingar til skrivligu uppgávuna, av hesum er tann fyrsta, meðan tey eru í starvslæru og hinar tvær í viku 12 og 14.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi duga at: • Viðgera eitt sjálvvalt søgufakligt evni • Viðgera søgudidaktiskar spurningar, ið liggja til grunds fyri søguundirvísing fólkaskúlans • Leggja til rættis, gjøgnumføra og meta um eina søguundirvísingargongd í fólkaskúlansum, sum skal samansjóða søgufaklig og søgudidaktiska vitan og førleika. • Viðgera og miðla ta empirisku vitan, lesandi hava savni inn í starvslæruni.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við at lesandi gera eina spurnarstýrda skrivliga uppgávu (10-12 s.) verkætlanin skal eisini fevna um eina ársætlan, eina undirvísingargongd og dømi um próvtøkuspurning til ein 9. fl. Søgudidaktikkur skal verða bundin partur av verkætlanini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
(Í viku 3 hava lesandi fingið hetta kompendinum útflýggjað): Skála, Annfinnur í (1992). Stjórnarskipanarmálið 1946. Keldur til Føroya søgu. Tórshavn: Føroyar Skúlabókagrunnur. S. 12-23, 31-48, 87-91, 106-134 & 164-166. Námsætlan til fólkaskúla: Søga og samtíð 4-10 https://namsaetlanir.fo/folkaskuli/kravdar-laerugreinar/soega-og-samtid-4-9/ Hugskot til søguundirvísing. (Bólkaarbeiði) Týdningarmiklar førleikar / eginleikar hjá einum (søgu)lærara. (Bólkaarbeiði) Fortiden i nutiden. Úr: Kjeldstadli, Knut. (2001). Fortiden er ikke hvad den har været – en indføring i historiefaget. Frederiksberg: Roskilde Universitetsforlag/Samfundslitteratur. S. 15-29 Formidling, fremstilling, form. Úr: Kjeldstadli, Knut. (2001). Fortiden er ikke hvad den har været – en indføring i historiefaget. Frederiksberg: Roskilde Universitetsforlag/Samfunds-litteratur. S. 290-303. Visualisering, medium og historie. Úr: Bø, Jan Bjarne & Knutsen, Ketil. (2012). Innføring i historiebruk. Kristiansand: Cappelen Damm Høyskoleforlaget. Kronologi, overblik og sammenhæng. Úr: Wiber, Peder (ritsj.) (2009) Historiedidaktik, Columbus. Gylling. S. 176-186 Historiebevisshet og den realistiske romanen. Úr: Bøe, Jan Bjarne (2002). Bildene av fortiden. Historiedidaktik og historiebevisshet. Kristiansand: HøyskoleForlaget. At have adgangsprøver. Úr: Binderup, Thomas & Troelsen, Børge, red. (2012) Historiepædagogik. Kvan. Aarhus. S. 228-248. Evaluering og afgangsprøve. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. S. 95-100. Historiedidaktik. Úr: Butters, Nanna o.o. (2010) At gøre kultur i skolen. Interkulturel praksis i historieundervisningin, Akademisk Forlag. København. S. 37-48. Historiefortælling på film og i tv. Úr: Wiber, Peder (ritsj.) (2009) Historiedidaktik, Columbus. Gylling. S. 85-100. Historiebevidsthed i centrum. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. S. 62-76 Historiebogen. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. S. 138-159 Variation i undervisningen – et idékatalog. Úr: Wiber, Peder (ritsj.) (2009) Historiedidaktik, Columbus. Gylling. S. 176-186 Årsplan – redskab eller støvsamle? Úr:Taarsted, Tina o.fl. ritstj. (2003). Første år som lærer. Vejle: Kroghs Forlag. S. 65-70. Dømi um próvtøkuspurningar til 9. flokk. Jørgensen, Sigmund (2015). Yvirgangur í 21. øld við søguligum baksýni. (Dømi um synopsu). Hvass, Helle & Jørgensen, Peter Stray. (2014). Synopsiseksaman. Og andre mundtlige eksamensformer med skriftligt materiale. Frederiksberg: Samfundslitteratur. Harumframt koma einstakslinga uppgevingar í sambandi við synopsuna. _________________________________________________________
Ábyrgd
Dagbjartur Debes