7621.20 - Tónleikalig skapan, skúli og samfelag


Skeiðsnummar
7621.20
Heiti
Tónleikalig skapan, skúli og samfelag
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eitt námsfrøðiligt, samfelagsligt og søguligt innlit í yrkið sum tónleikalærari, við denti á tónlistaliga skapan, námsfrøði, skapandi arbeiðsgongdir og frøðilig perspektivir.
Innihald
Evni, ið vera viðgjørd í skeiðnum: -Tónlistalig skapan í mentanarligum, námsfrøðiligum og fagurfrøðiligum perspektivi -Tónleikanámsfrøði og didaktikkur í søguligum perspektivi -Sangur, tónleikur, skúli og gerandislív -Tónlistaligir fundir í mentanarlívinum og lívsmentanini, kreativ samstørv -Undirvísingarhættir í tónleiki, sangi og samanspæli
Læru- og undirvísingarhættir
Í fyrra helmingi er skeiðið býtt í ein ástøðiligan og ein verkligan part. Tekstir verða lisnir og viðgjørdir í ástøðiliga partinum og síðani settir í praktiskan samanhang í verkliga partinum. Læru- og undirvísingarhættir í verkliga partinum fevna um sang og sangvenjingar, samanspæl og framførslur frá teimum lesandi. Eftir nýggjár taka allar undirvísingarferðirnar støði í ástøðiliga partinum. Læru- og undirvísingarhættir í ástøðiliga partinum fevna um lesing av tekstum, fyrilestrar og kjak, venjingar, heimauppgávur og framløgur frá teimum lesandi, har tey greiða hinum frá, hvussu tey hava loyst ávísar uppgávur.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: ·grunda yvir tónleikaliga skapan í mentanarligum, námsfrøðiligum og fagurfrøðiligum perspektivi ·meta um tónleikanámsfrøði og didaktikk í søguligum perspektivi ·samanbera og kjakast um samspælið millum sang, tónleik, skúla og gerandislív ·greiða frá tónlistaliga fundinum í mentanarlívinum og í lívsmentanini, umframt kreativum samstørvum ·framføra eina hóskandi tónleikaskrá til brúk í fólkaskúlanum
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum: - Verklig próvtøka verður hildin, tá skeiðið er uml. hálvrunnið. -Munnlig ástøðilig próvtøka verður hildin við skeiðsenda (staðin verklig próvtøka er treyt fyri at tann lesandi kann fara til munnliga próvtøku).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bresler, Liora (2007), International Handbook of Research in Arts Education, Dordrecht: Springer. Chemi, Tatiana (2020), Kreative Læreprocesser og Æstetiske Perspektiver - (Ud)dannelse for det hele menneske, Aalborg Universitetscenter. Clayton, Martin et al. (2012), The Cultural Study of Music - A Critical Introduction, Taylor & Francis Ltd. Fredens, Kirsten & Kirk, Elsebeth (2001), Musikalsk Læring, Gyldendalske Boghandel, Nordisk Forlag A/S, Keypmannahavn. Hargreaves, David J. et al. (2001), Musical Identities, Oxford University Press. Kaufman, James C. & Sternberg, Robert J. (2010), The Cambridge Handbook of Creativity, Cambridge University Press. Kodály, Zoltán (1974), The Selected Writings of Zoltán Kodály, Boosey & Hawkes Music Publishers Limited, London. Nielsen, Frede V. et al (2010), Musikfaget i undervisning og uddannelse. Status og perspektiv 2010, Danmarks Pædagogiske Universitetsskole, Aarhus Universitet.
Ábyrgd
Knút Háberg Eysturstein