7728.20 - Sernámsfrøði, ástøði og yrkisleiklutur


Skeiðsnummar
7728.20
Heiti
Sernámsfrøði, ástøði og yrkisleiklutur
ECTS
15
Fortreytir
Læraralesandi ella lærari og vera innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um sernámsfrøði í breiðum høpi og tørvin av hesum í skúlanum og lærarayrkinum. Hann skal eisini fáa innlit í sálar- og námsfrøðilig ástøði og bókmentir, sum seta dám á sernámsfrøðina. Harumframt er endamálið eisini at tann lesandi skal verða tilvitað(ur) um hugburð og egnan leiklut og ávirkan í yrkis- og samstarvshøpi.
Innihald
• Sernámsfrøði og sernámsfrøðiligi tørvurin • PBL, læru-, hugsanar- og arbeiðsháttur • Bólkasálarfrøði • Menningarsálarfrøði • Tilknýtisástøði • Skipanarástøði (systemteori) • Relatiónir • Happing • Intervisión • Mentalisering • Samskifti og samskiftisførleiki í sernámsfrøðiligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, loggbók, samrøður, PBL-arbeiði, case-viðgerðir, verkætlanararbeiði, interview, venjingar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal studenturin vera førur fyri at • greiða frá høvuðstættum og viðurskiftum í sernámsfrøðiligum viðurskiftum í dagsins samfelag • greiða frá og greina nútímans menningarsálarfrøði og onnur ástøði, sum viðgera tilknýti, samskifti, læring, bólkar og relatiónir • meta um hesi viðurskifti í sernámsfrøðiligum spurningum • greiða frá hvønn týdning professionellur hugburður, málburður og tilgongd hava, og brúka hesi í bólkaarbeiði og venjingum • reflektera yvir egnu (fak-)persónligu menning • meta og samskifta um menning, læring, trivnað, tørv og møguleikar hjá einstaklinginum, familjuni ella bólkinum í skúlahøpi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig 5-tímars bólkauppgáva við eftirfylgjandi einsæris framløgu og samtalu
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Katrin av Kák