7736.18 - Starvslæra og sjálvvalt evni
Skeiðsnummar
7736.18
Heiti
Starvslæra og sjálvvalt evni
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið
tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi:
• fær høvi til at uppliva sernámsfrøðiligt virksemi yvir tíð
• fær høvi til at gera eygleiðingar á starvslæruplássi
• fær høvi til at royna seg á starvslæruplássi
• fær innlit í sernámsfrøðiliga arbeiðið, hugburðin og krøvini á starvslæruplássinum
• arbeiðir við at tengja egnan læringstørv og yrkisførleika við tørvin á starvslæruplássinum
• setur seg inn í sernámsfrøðiliga tørvin í arbeiðnum á starvslæruplássinum við at kunna seg og brúka eygleiðing eftir fakligum fortreytum
• sjálvstøðugt og í bólki reflekterar yvir yvirskipaðar og ítøkiligar avbjóðingar í yrkishøpi
• dugir at eyðmerkja, hvat kann eyðkenna serligan tørv
• dugir at meta um, hvussu serligur tørvur kann arbeiðast við
• setur seg inn í eitt sjálvvalt viðkomandi evni (ástøði og/ella arbeiðshátt), sum hann/hon skrivar uppgávu um eftir sjálva starvslæruna
Innihald
• fyrireiking og grundgeving fyri egnari starvslæru
• persónligur og fakligur málsetningur
• arbeiði við málsetninginum
• starvslæran
• logbóksskriving
• starvslærusamtala
• uppgávuskriving
Læru- og undirvísingarhættir
Felags og eginrefleksión, starvslæra, vegleiðing, bólkaarbeiði, logbók og eftirmeting av starvslæru og skrivligari uppgávu.
Læruúrtøka
• Kunna arbeiða verkliga í starvslæru á arbeiðsplássi, har brúk er fyri sernámsfrøðiligari tilgongd og duga at seta tað í samband við ástøði.
• Kritiskt og tulkandi taka støði í teimum lógum, kunngerðum og reglugerðum, sum eru galdandi á starvslæruplássinum.
• Duga at greina og taka støðu til fakligu tilgongdina á arbeiðsplássinum.
• Duga at brúka eygleiðingar, menning, innliti og fatan at gagni
• Megna at samstarva við starvsfelagar á staðnum.
• Gera sær royndir við, hvat krevst av viðkomandi lesandi – fakliga og persónliga, fyri at arbeiða á valda starvslæruplássinum
• Duga at arbeiða við logbók og regluligari skrivligari refleksión við endamálinum støðugt at menna seg persónliga, fakliga og í mun til ávísar arbeiðshættir.
• Gjøgnum sjálvvalt viðkomandi fakligt og ella ástøðiligt evni at meta um relevansin fyri hesum á arbeiðsplássi, har sernámsfrøðiligt virksemi er neyðugt
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, t.e. synopsa
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Hetta skeiðið verður ongin lestrarlisti gjørdur. Tey lesandi skulu virka og fyrireika seg til starvslæruna við støði í lestrarinnihaldinum í skeiðunum, sum tey hava havt frammanundan og hava møguleika fyri at skoyta uppí egið bókmentatilfar.
Ábyrgd
Katrin av Kák