7728.13 - Sernámsfrøði, ástøði og yrkisleiklutur
Skeiðsnummar
7728.13
Heiti
Sernámsfrøði, ástøði og yrkisleiklutur
ECTS
15
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um sernámsfrøði í breiðum høpi og tørvin av hesum í samfelagnum. Hann skal eisini fáa innlit í sálar- og námsfrøðilig ástøði og bókmentir, sum seta dám á sernámsfrøðina. Harumframt er endamálið eisini at tann lesandi skal verða tilvitað(ur) um hugburð og egnan leiklut og ávirkan í yrkis- og samstarvshøpi.
Innihald
• Sernámsfrøði og sernámsfrøðiligi tørvurin
• PBL, læru-, hugsanar- og arbeiðsháttur
• Bólkasálarfrøði
• Menningarsálarfrøði
• Tilknýtisástøði
• Skipanarástøði (systemteori)
• Relatiónir
• Intervisión
• Samskifti og samskiftisførleiki í sernámsfrøðiligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, loggbók, samrøður, PBL-arbeiði, case-viðgerðir, venjingar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at
• greiða frá høvuðstættum og viðurskiftum í sernámsfrøði og sernámsfrøðiligum viðurskiftum í dagsins samfelagi.
• greiða frá og viðgera nútímans menningarsálarfrøði og onnur ástøði, sum viðgera tilknýti, samskifti, bólkar og relatiónir, og knýta hesi at sernámsfrøðiligum spurningum
• greiða frá hvønn týdning professionellur hugburður, málburður og tilgongongd hava, og brúka hesi í bólkaarbeiði og venjingum.
• meta og samskifta um menning, trivnað, tørv og møguleikar hjá einstaklinginum, familjuni ella bólkinum í stovns- og skúlahøpi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar grundað á eina case og sum skal vísa, at tann lesandi hevur sett seg inn í PBL.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Katrin av Kák