7237.12 - Evropeisk mentasøga 1. Norrøn tíð - upplýsing
Skeiðsnummar
7237.12
Heiti
Evropeisk mentasøga 1. Norrøn tíð - upplýsing
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið fyrsta lestrarárið og heysthálvuna annað lestrarárið.
Endamál
Málið við skeiðnum er at viðgera tíðarskeiðini víkingaøld – miðøld – endurburðarskeiðið – barokk – upplýsing.
• Tey lesandi skulu nema sær kunnleika og vitan um bókmentir, myndlist, byggilist, søgu, kirkjusøgu, heimspeki og vísindi í tíðarskeiðinum uml. 1000 – 1800.
• Tey lesandi skulu ogna sær vitan um tey bókmentaligu rákini í nevndu tíðarskeiðunum og verða tilvitandi um bæði broytingar og felags eyðkenni í skaldskaparlist og myndlist úr einum tíðarskeiði í annað.
• Tey lesandi skulu nema sær førleika at greina, tulka, bera saman og seta bókmentir og myndlist í størri samanheingi
• Tey lesandi skulu ogna sær vitan um samanspælið millum bókmentir, myndlist, byggilist, søgu, kirkjusøgu, heimspeki og vísindi í tíðarskeiðunum, nevnd eru omanfyri.
• Tey lesandi skulu nema sær førleikar at viðgera didaktiskar spurningar í sambandi við bókmentaligar tekstir.
• Tey lesandi skulu nema sær førleikar at seta undirvísingartilfar saman til ymisk stig í fólkaskúlanum.
Innihald
Skeiðið fevnur um evropeiskan, serliga norðurlendskan, skaldskap og list frá víkingaøld til upplýsing. Tekstir og myndir, ið umboða ymisk listalig rák til ymsar tíðir, verða lisnir og sett í bókmentasøgulig og listasøgulig samanhang. Tilfarið skal geva tí lesandi eitt samanhangandi yvirlit yvir tey ymsu rákini. Í undirvísingin verður dentur lagdur á greining og tulking. Skeiðið miðar ímóti at geva teimum lesandi førleika at seta bæði yrkingar, prosatakstir, yrkistekstir og myndir innan teimum ymsu tíðarskeiðunum saman til undirvísingartilfar á ymsum stigum í fólkaskúlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, talvuundirvísing, einstaklingauppgávur o.a.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu vísa:
• At tey hava ognað sær innlit og førleika at lesa tekstir og greina myndir í einum bókmentasøguligum og søguligum samanhangi.
• At tey hava ognað sær vitan um tey ymisku tekstasløgini og førleika at greina, tulka og bera saman tekstir í bæði bundnum og óbundnum máli.
Við hesari vitan skulu tey lesandi:
• Vísa, at tey hava fingið grundleggjandi innlit í bókmentasøgu, myndlista- og byggilistasøgu, søgu, kirkjusøgu, heimspeki og vísindi í tíðarskeiðinum uml. 1000 – 1800.
• Vísa, at tey hava vitan um ymisk háttaløg og duga at skilmarka og nýta viðkomandi greiningarhugtøk, bæði innan fagurbókmentir og yrkisbókmentir.
• Vera før fyri at umrøða bókmentaligar spurningar við hóskandi hugtøkum.
Duga at nýta sína vitan innan omanfyri nevndu øki til tess at laga undirvísing til ymisk stig í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við eini 48 tímar heimauppgávu eftir ásettum leisti í mesta lagi 14 síður og í minsta lagi 12 síður.
Hugt verður at:
• Hvussu væl tann lesandi dugir at greina, tulka, bera saman og seta tekstir og myndlist í størri høpi.
• Hvussu væl tann lesandi dugir at greiða frá sereyðkennum í bókmentum, málningalist, byggilist, søgu, kirkjusøgu, heimspeki og vísindum í teimum ymsu tíðarskeiðunum, umframt at greiða frá munum og felags eyðkennum teirra millum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Hanne Jacobsen