3533.19 - Almenn lívfrøði II


Skeiðsnummar
3533.19
Heiti
Almenn lívfrøði II
ECTS
7,5
Fortreytir
Almenn lívfrøði I
Endamál
At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av hvussu kanningar av lívið hava avdúka afturgangandi temaðir og at evolutiónin er eitt kjarnutema, ið bæði kann greiða frá tí fjølbroytni og tí líkleika vit síggja í lívinum á jørðini.
Innihald
Evolutión og Darwinistiska revolutiónin, lívsins træ, ein og fleirkyknu verur, soppar, plantur, virus, rygg- og ryggleys djór og hvussu nýggj sløg blíva til.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávuloysing.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: 1. Skilja og greiða frá hvussu lívið hevur tilpassa seg við hjálp av evolution og náttúrligu selektiónini 2. Lýsa bygnaðin av fylogenetiskum trøðum og hvussu tey visa ættarbond millum ymsu sløgini av lívið á jørðini 3. Skilja og kunna greiða frá um genetiskari evolutión 4. Skilja og loysa uppgávur um evolution við hjálp av td Hardy-Weinberg líkningum 5. Skilja og greiða frá um “genetic drift, gene flow” og allel frekvensir 6. Greiða frá um virusir, viroidir og prionir 7. Skilja og greiða frá um prokaryotar og teirra góðu evnir at tilpassa seg eitt broytandi umhvørvi 8. Lýsa og greiða frá um bæði einkyknu og fleirkyknu eukaryotar 9. Lýsa og greiða frá um mosar, algur og upprunan hjá plantum á landi 10. Skilja og greiða frá um stóra týdningin plantur á landi hava fyri lívi á jørðini 11. Greiða frá um soppar og stóra týdningin soppar hava í samband við td føðsluevnis ringrásina og vistfrøðina 12. Greiða frá um evolutioneru søguna hjá plantum og djórum 13. Skilja og greiða frá um rygg- og ryggleys djór 14. Greiða frá um ymiskleikar í lívsringrásunum hjá plantum og djórum 15. Greiða frá um tætta sambandið millum bakteriur, soppar og plantur. 16. Lýsa og greiða frá hvussu boð verða givin, móttikin og ferðast í plantum samanborið við í djórum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Jane B. Reece, Lisa Urry, Michael L. Cain, Steven A. Wasserman, Peter V. Minorsky, Robert B. Jackson, Neil A. Campbell. 2014, Biology: A Global Approach, Global Edition. 13:978-1-292-00865-3
Ábyrgd
Jónrit Halling