6753.22 - Føroyskt á grund I - Føroyskt talumál og skriftmál


Skeiðsnummar
6753.22
Heiti
Føroyskt á grund I - Føroyskt talumál og skriftmál
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi innlit í føroyskt sum talumál og skriftmál og at fyrireika tey til at undirvísa í føroyskum í grunddeild og miðdeild í fólkaskúlanum
Innihald
Innihaldið í skeiðinum fevnir um: • talumál og skriftmál • orðaflokkar • rættskrivingarreglur • orðalagslæru • skriving og skrivinámsfrøði • málnýtslu, málvariatión og málføri • málsøgu og málbroytingar • purismu • mál sum samskiftisamboð • námsætlanina fyri føroyskt í fólkaskúlanum • lærubókaskipanir í føroyskum • undirvísingarhættir í føroyskum
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, skrivligar uppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki • stava síni skrivligu avrik rætt • nýta orðabøkur og mállærubøkur sum amboð til at læra og at skriva føroyskt • orða seg greitt og væl í skrivligum avrikum • greina orð í orðaflokkar • greina setningar og sambondini ímillum liðirnar • vísa við dømum, at tey kenna námsætlanina fyri føroyskt í fólkaskúlanum • rætta, bøta og menna skrivlig næmingaavrik • greiða frá rættingum og ábótum • leita upp og evna til undirvísingartilfar, grundgeva fyri vali av tilfari og meta um dygd og støði • greiða frá og meta um háttaløg í málundirvísing • lýsa munin á talu- og skriftmáli • seta føroyska málið í ein málsøguligan samanhang • greiða frá og grunda yvir nútíðarføroyskt, málbroytingar, málføri, málvariatión, purismu og onnur málslig rák • meta um leiklutin hjá læraranum í mun til nútíðarføroyskt, málbroytingar, málføri, málvariatión, purismu og onnur málslig rák
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 5 tímar Hjálparamboð: Einans orðabøkur og mállærubøkur Í metingini er førleikin í staving og málburði partur av tí, sum verður mett, hóast høvuðsdenturin verður lagdur á tað fakliga innihaldið
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Rakul Skaale Andreassen