6803.22 - Støddfrøði á grund I - Tøl og algebra úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni


Skeiðsnummar
6803.22
Heiti
Støddfrøði á grund I - Tøl og algebra úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í støddfrøði við serligum atliti til tøl, aritmetik og algebra. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av støddfrøðiliga innihaldinum í grund- og miðdeild fólkaskúlans, umframt granskingargrundað innlit í, hvussu undirvísing kann leggjast til rættis fyri at stuðla menning í hesum innihaldi við atliti til kognitivu- og sosialu fortreytunum hjá næmingunum.
Innihald
Støddfrøðiligt innihald verður viðgjørt úr einum fakligum og fakdidaktiskum sjónarhorni og ítøkiligt greinað í mun til undirvísing í 1.-6. flokki. Innihaldið umfatar tøl, aritmetik og algebra: • Talfatan hjá næmingum fyrstu skúlaárini, herundir menning av mannagongdum innan aritmetik. • Talmynstur, generaliseringar og algebra fyrstu árini. • Trupulleikaloysing og modellering í støddfrøði • Námsætlan fyri støddfrøði í føroyska fólkaskúlanum • Undirvísingartilfar, undirvísingarhættir og eftirmetingarhættir í støddfrøði
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, sjálvlestur, heimauppgávur, innlatingaruppgávur, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna • at greiða frá støddfrøðiliga innihaldinum innan tøl, aritmetik og algebra í grund- og miðdeild fólkaskúlans • at loysa uppgávusløg, ið næmingar arbeiða við í grunddeild- og miðdeild fólkaskúlans – m.a. í mun til modellering og trupulleikaloysing, • at vísa dømi um kannandi háttaløg og úrleiðsluháttaløg í støddfrøðiundirvísing, • at hugleiða um og taka støðu til fakdidaktiska gransking í mun til menning av talfatan og mannagongdum innan aritmetik og algebra. • at grundgeva fyri, hvussu ein lærari kann fyrireika, fremja og eftirmeta hugkveikjandi og innihaldsríka støddfrøðiundirvísing. Hetta skal verða gjørt úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum høvuðspørtum: 1) Ígjøgnum skeiðið skulu lesandi greiða úr hondum eina røð av uppgávum so sum yvirlitspappír, framløgur og skrivliga royndir. Hesar uppgávur skulu góðkennast og verða mettar sum staðið/ikki staðið. 2) Við skeiðslok skulu tey lesandi lata inn eina framløguskrá (t.e. synopsis), sum kann verða skrivað í tvey- ella trímansbólkum. Munnliga próvtøkan tekur støði í hesi skránni. Lesandi verða mett einsæris.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Søren Antoft