6851.22 - Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur


Skeiðsnummar
6851.22
Heiti
Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi kunnugan við lærarayrkið. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av skúlans uppgávu í 21. øld, og hvørjir mentanarligir-, sosialir- og kognitivir faktorar ávirka menningar- og lærumøguleikarnar hjá børnum og ungum í dag. Tann lesandi skal harumframt fáa innlit í, hvat eyðkennir góða undirvísing og fjølbroyttar undirvísingargongdir
Innihald
Skeiðið er í 7. høvuðspørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Skúlagongdin og skúlaroyndirnar hjá teimum lesandi (Autobiografi, skúlaanamnesa og persónlig lærufatan) - Hin føroyski fólkaskúlin (Sosialisering, dannilsi, lóg og námsætlan) - Barna- og ungdómsmentan (Mentanin uttanskúla sum lærufortreyt innanskúla) - Góð undirvísing – kanningar og metakanningar (“Tann empiriska vendingin”) - Granskingargrundað undirvísing - Menningar- og læringarsálarfrøði (Ástøði um atburð, motivatión, sjálvsmenning, kognitión, intelligens og málmenning) - Fjølbroyttar undirvísingargongdir (Frá læruástøði til undirvísingarhátt)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, evnisarbeiði, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • greiða frá, hvussu hansara persónliga skúlasøga og hansara persónligu skúlaroyndir hava myndað ta læru- og undirvísingarfatan, hann hevur við sær inn á læraraútbúgvingina • greiða frá, hvat altjóða skúlagranskarar siga um úrslitagóða undirvísing í 21. øld • meta um hvat eyðkennir lívið og gerandisdagin hjá børnum og ungum í dag – bæði í skúlanum og uttanfyri skúlan • meta um, hvat er endamálið við fólkaskúlatilboðnum við støði í viðkomandi skjølum og myndlum – m.a. fólkaskúlalógini og galdandi námsætlanum • flokka og samanbera grundleggjandi menningar- og læringarástøði • grunda yvir og kjakast um sambandið millum grundleggjandi læruástøði øðrumegin og ítøkiligar undirvísingartilgongdir hinumegin • at stíga fram og halda stytti framløgur um úrvald námsfrøðilig temu
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka. Tey lesandi fáa arbeiðsspurningar og arbeiðsuppgávur frá viku til viku, sum tey skulu svara (ella loysa) og leggja fram fyri floksfeløgum og undirvísara. Áðrenn skeiðið endar fáa tey lesandi harumframt eina bundna uppgávu, ið tey skulu fyrireika og leggja munnliga fram fyri floksfeløgum, undirvísara og próvdómara. Hetta er ein bólkauppgáva (tvey ella trý lesandi í hvørjum bólki), ið tekur útgangsstøði í teimum læruúrtøkum, ið eru orðaðar fyri skeiðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Hans Harryson