7015.18 - Mál- og lesimenning


Skeiðsnummar
7015.18
Heiti
Mál- og lesimenning
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Tann lesandi - fær kunnleika um grundleggjandi ástøði um mál-, lesi- og stavimenning og fyribyrging av lesi- og stavitrupulleikum so tíðliga sum gjørligt.
Innihald
- Málmenning (Sissal Rasmussen) - Mál heima og á stovnum (Sissal Rasmussen) - Málslig tilvitan sum fyritreyt fyri lesing - Lógir og kunngerðir um lesing og skriving - Avkoding og fatan - Ástøði um lesi- og stavimenningina - Fyrsta lesi- og staviundirvísingin - Lesifortreytir og fyribyrgjandi undirvísing - Eftirmeting í lesing og staving í 1.-4. flokki - Lesi- og stavitrupulleikar, m.a. orðblindni
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er tilsamans 15 tímar um vikuna í 6 vikur íroknað próvtøku. Dentur verður lagdur á at læra um mál- og lesimenning sum grundarlag undir lívslongu menningini. Skeiðið er bygt upp av fyrilestrum, hugleiðingarfundum, bólkaarbeiði og sjálvlestri.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið Mál- og lesimenning skal, tá ið skeiðið er lokið: - duga at greiða frá grundleggjandi ástøði um málsligu menning barna, lesi- og stavimenning, avkodan og lesifatan, lesiinnlæring, byrjanarundirvísing í lesing og staving, eftirmeting av fyrstu lesitilgongdunum og fyribyrging av lesi- og stavitrupulleikum. - duga at nýta grundleggjandi háttaløg í verki og duga at lýsa møguligar málsligar trupulleikar og lesi- og stavitrupulleikar.
Próvtøkuháttur
Innlatið avrik og munnlig próvtøka. Næmingarnir arbeiða í bólkum, 2-3 næmingar í hvørjum. Hvør bólkur fær tríggjar dagar at arbeiða við eini uppgávu, sum skal latast inn. Uppgávan er ein Powerpoint-framløga við notum. Í notunum verður spurdómurin lýstur nærri, og greitt verður frá innihaldi (við ávísingum til keldur). Bókmentalisti verður viðfestur. Avrikið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni. Bólkarnir fáa spurdómin fríggjadag kl. 12.00 og lata inn avrikið fylgjandi mánadag kl. 12.00. Í munnligu próvtøkuni er fyrst næmingaframløga og síðan orðaskifti. Próvtøkan er tilsamans hálvan tíma við próvdøming.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Sissal Maria Rasmussen