7067.19 - Støddfrøði, grundskeið


Skeiðsnummar
7067.19
Heiti
Støddfrøði, grundskeið
ECTS
17,5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa á 1.-6. floksstigi í støddfrøði.
Innihald
Tøl, roknihættir og algebra: • Tøl, roknihættir og algebra á 1.-6. floksstigi. • Bygnaðurin í talskipanini og talnýtsla í smb. við undirvísing í talskipanini. • Didaktiskkur og hugtaksmenning í smb. við tøl, roknihættir og algebra. Geometri: • Plan- og rúmgeometri. • Klassisk geometri og trigonometri. • Didaktiskkurog hugtaksmenning í geometriundirvísingini. Modellering og støddfrøði í nýtslu : • Arbeiði við funktiónum/variablum. • Ymsar vakstrarmyndlar, sum verða brúktir í ítøkiligum modeleringsvenjingum. • Didaktikkur og hugtaksmenning í smb. við modellering og støddfrøði í nýtslu. Alment: • Viðgera og meta um tað, sum námsætlanin sigur um støddfrøði í fólkaskúlanum. • Tilrættisleggja undirvísing, eisini næmingatillagaða undirvísing. • At eygleiða og eftirmeta undirvísing í støddfrøði. • Almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum. KT • KT er fastur partur av arbeiðinum í modulinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal lesandi megna at: • Undirvísa eftir galdandi námsætlan fyri støddfrøði í fólkaskúlanum. • Fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær. • Fyrireika, fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði. • Skilja, brúka, velja og umseta millum ymsar umboðsformar (repræsentationsformer). • Hugsa matematiskt og argumentera matematiskt innan vald evni. • Finna og greina grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti innan støddfrøðiundirvísingina á 1.-6. floksstigi ella samsvarandi støði í fólkaskúlanum. • Meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin byggir á: 1) skrivliga próvtøku, har tann lesandi skal prógva førleikar í fimis- og greiðslurokning, og 2) eina synopsu, sum bólkar uppá 2-3 lesandi samstarva um. Synopsan skal vísa eina framløguskrá,sum lýsir, hvussu undirvísing fyri ávíst flokksstig og ávíst evni verður løgd til rættis, avrikað og eftirmett. Munnliga próvtøku verður ein framløga av skránni. Lesandi verða mett einsæris.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Matematik for Lærere 1A & 1B, við tilhoyrandi arbeiðsbókum. Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen