7068.20 - Funktiónir, hagfrøði og líkindi


Skeiðsnummar
7068.20
Heiti
Funktiónir, hagfrøði og líkindi
ECTS
15
Fortreytir
Lesandi hevur staðið Støddfrøði grundskeið, fyrra part og annan part.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í støddfrøði upp til 10. floksstig.
Innihald
Funktiónir • Funktiónshugtakið, herundir umboðsformar og grundleggjandi funktiónir • Ymsir vakstrarmyndlar • Didaktikkur og hugtaksmenning í smb. við modellering Hagfrøði • Hagfrøði – myndir og lýsingartøl Líkindi • Líkindaøki og kombinatorikkur • Binomialbýti og normalbýti Alment • Avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum • Ymsir arbeiðis- og hugsunarhættir, við denti á kreativar eksperimenterandi tilgongdir • Næmingalagað undirvísing og ymiskar undirvísingargongdir • Viðkomandi undirvísingartilfar • KT í støddfrøðiligum høpi
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • Fyrireika og fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði eftir galdandi námsætlan • Fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um og eftirmeta tær • Greina og eyðmerkja grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti • Virka og grundgeva matematiskt innan vald evni, herundir brúka, velja og umseta millum ymsar umboðsformar • Meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT
Próvtøkuháttur
Gjøgnum skeiðið hava tey lesandi framløgur og smærri skrivligar uppgávur, sum skulu vera svaraðar og góðtiknar fyri at standa skeiðið. Eftirmetingin byggir á eina skrivliga uppgávu og munnliga framløgu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Beck H.J. et al (2012): Matematik for lærere, Grundbog 3, Kultur, kundskab og kompetence, Gyldendal. Beck H.J. et al (2009): Matematik for lærere, Grundbog 1B, Kultur, kundskab og kompetence, Gyldendalske boghandel, Nordisk forlag. Blomhøj, M. (2016): Fagdidaktik i matematik, Frydenlund. Pind, P. (2014): Matematik for alle – Håndbog i matematikundervisning, 1. Udg, 4. Opl., Forlaget Pind og Bjerre. Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Rúna Hilduberg