7069.20 - Tøl & algebra og geometri


Skeiðsnummar
7069.20
Heiti
Tøl & algebra og geometri
ECTS
15
Fortreytir
Lesandi hevur staðið Støddfrøði grundskeið, fyrra part og annan part.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í støddfrøði upp til 10. floksstig.
Innihald
Tøl & algebra • Bygnaður í talskipanini og talnýtsla • Hugtaksfatan og hugtaksmenning í smb. við roknihættir og algebra • Ástøði og mannagongdir við loysn av líkningum Geometri • Klassisk geometri og trigonometri • Konstruktión og próvførsla Alment • Avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum • Ymsir arbeiðis- og hugsunarhættir, við denti á kreativar eksperimenterandi tilgongdir • Leggja til rættis undirvísingargongdir og viðgera møguleikar við næmingalagaða undirvísing • Viðgera og meta um undirvísingartilfar • Nýtsla av KT í einum didaktiskum umhvørvi
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • Fyrireika og fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði eftir galdandi námsætlan • Fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um og eftirmeta tær • Greina og eyðmerkja grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti • Virka og grundgeva matematiskt innan vald evni, herundir brúka, velja og umseta millum ymsar umboðsformar • Meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT
Próvtøkuháttur
Gjøgnum skeiðið hava tey lesandi framløgur og smærri skrivligar uppgávur, sum skulu vera svaraðar og góðtiknar fyri at standa skeiðið. Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Hans Jørgen Beck et.al, Matematik for Lærere Grundbog 1A, 2008, Grundbog 1B, 2009, við tilhoyrandi arbeiðsbókum, og Matematik for Lærere Grundbog 3, 2012, Gyldendal. Pernille Pind, Matematik for alle – Håndbog i matematikundervisning 1.udgave 2009, Forlaget Pind og Bjerre. Morten Blomhøj, Fagdidaktik i matematik, 2016, Frydenlund. Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Rúna Hilduberg