7073.19 - Almenn mállæra, bendingarlæra og setningafrøði, nýnorskt og íslendskt


Skeiðsnummar
7073.19
Heiti
Almenn mállæra, bendingarlæra og setningafrøði, nýnorskt og íslendskt
ECTS
5
Fortreytir
Grund í føroyskum eftir skipanini frá 2016
Endamál
Málið við skeiðinum er, at tann lesandi fær kunnleika til og hevur førleikan at: 1. Greina setningar niður á orðastig 2. Seta føroyskt í ein málsøguligan samanhang 3. Kenna ljóðliga grundarlagið undir framburði av føroyskum 4. Eyðkenna bendingarmynstur og bendingarformar 5. Kenna reglur og uppruna fyri stavseting 6. Kunnleika til nýnorskt 7. Kunnleika til íslendskt 8. Greina tekstir við støði í pragmatiskum tekstlingvistikki og úrvaldum hugtøkum úr funktiónellari mállæru
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av ymsu tættunum í mállæru, málkunnleika, íslendskum og norskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði/verkstovur, kjak og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi hava ognað sær kunnleika til at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálæru og frálærutilfar í bendingarlæru, setningafrøði, íslendskum og norskum. Tann lesandi skal somuleiðis ogna sær førleikan at málbera seg neyvt og rætt í samsvari við tær málsligu reglur, sum eru galdandi í føroyskum og kenna reglurnar fyri rættskriving. Tann lesandi skal eisini við kunnleika til ymsar greinir í málvísindum vísa á samband millum formliga mállæru og málnýtslu í ymsum samtekstum.
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig próvtøka á 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fyrst og fremst verða hesir tekstir (tó kunnu aðrir tekstir eisini koma fyri): Málsøga Jógvansson, S. (2019). Føroysk mállæruskriving: Ein søgulig lýsing av føroyskari mállæruskriving gjøgnum 200 ár. (Meistararitgerð). Fróðskaparsetur Føroya: Tórshavn. (86 bls) Matras, C. (1951). Det færøske skriftsprog af 1846. Í: Scripta Islandica (Årsbok 2 / 1951). Einar Munksgaard: København. (20 bls) Mikkelsen, J. (2011). Ein ferð inn í føroyskt. Sprotin: Vestmanna. - Hvussu broyttist indoevropiskt til norrønt? (s. 91-111) (20 bls) Rættskrivingarnevnd Föroya Lögtins, (1954), Föroysk rættskrivin. Tórshavn: Skúlablaðið. (1 bls) Weyhe, E. Hvat er mál?. (óútgivið handrit). (11 bls) Weyhe, E. Málbroyting. (óútgivið handrit). (26 bls) = 35 ns Weyhe, E. Orðasavn. (óútgivið handrit). (16 bls) Ljóðfrøði Petersen, H. P. (xx). Jakobsen’s Faroese orthography from 1889. (19 bls) Petersen, H. P. (xx). Ljóð- og ljóðskipanarlæra. (27 bls) Setningafrøði Hansen, Z. S. Um setningafrøði. (óútgivið handrit). (66 bls) Mikkelsen, J. (2011). Ein ferð inn í føroyskt. Sprotin: Vestmanna Fyrst og fremst verða hesir tekstir (tó kunnu aðrir tekstir eisini koma fyri): Málsøga Jógvansson, S. (2019). Føroysk mállæruskriving: Ein søgulig lýsing av føroyskari mállæruskriving gjøgnum 200 ár. (Meistararitgerð). Fróðskaparsetur Føroya: Tórshavn. (86 bls) Matras, C. (1951). Det færøske skriftsprog af 1846. Í: Scripta Islandica (Årsbok 2 / 1951). Einar Munksgaard: København. (20 bls) Mikkelsen, J. (2011). Ein ferð inn í føroyskt. Sprotin: Vestmanna. - Hvussu broyttist indoevropiskt til norrønt? (s. 91-111) (20 bls) Rættskrivingarnevnd Föroya Lögtins, (1954), Föroysk rættskrivin. Tórshavn: Skúlablaðið. (1 bls) Weyhe, E. Hvat er mál?. (óútgivið handrit). (11 bls) Weyhe, E. Málbroyting. (óútgivið handrit). (26 bls) = 35 ns Weyhe, E. Orðasavn. (óútgivið handrit). (16 bls) Ljóðfrøði Petersen, H. P. (xx). Jakobsen’s Faroese orthography from 1889. (19 bls) Petersen, H. P. (xx). Ljóð- og ljóðskipanarlæra. (27 bls) Setningafrøði Hansen, Z. S. Um setningafrøði. (óútgivið handrit). (66 bls) Mikkelsen, J. (2011). Ein ferð inn í føroyskt. Sprotin: Vestmanna. - Orðalagslæra – syntaks (s. 127-134) (17 bls) - Setningsgreining (fl. greinar) (s. 151-217) (56 bls) Formlæra Weyhe, E. Morfologi. (óútgivið handrit). (38 bls) Morfologi (viðgerð). Mállæra á Námsvísindadeildini, januar 2018 (24 bls) Funktiónell mállæra Mikkelsen, J. (1993). Eitt sindur um... (s. 33-59). Sprotin: Vestmanna. (26 bls) Ulbæk, I. (2005). Sproglig tekstanalyse – introduktion til pragmatisk tekstlingvistik. Hans Reitzels Forlag: Aarhus. (s. 5-114) (111 bls) Merkingarfrøði (semantikkur) Mikkelsen, J. (2011). Ein ferð inn í føroyskt. Sprotin: Vestmanna. - Merkingareinda- og bendingarlæra (s. 79-90) (11 bls) Saeed, J. I. (2003). Semantics. Blackwell publishing. - Semantic Despricption (s. 51-83) (32 bls)
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu