7090.20 - Samansparing & lán, eftirmeting og starvslæra
Skeiðsnummar
7090.20
Heiti
Samansparing & lán, eftirmeting og starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
Lesandi hevur staðið skeið 1 og skeið 2 á støddfrøði linju.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í støddfrøði upp til 10. floksstig.
Málið við starvslæruni er at royna undirvísing og at leggja til rættis samansettar og fjølbroyttar undirvísingargongdir.
Innihald
Samansparing & lán
• Framskriving, nominel og effektiv renta
• Annuitetssamansparing
• Seriulán og annuitetslán
Eftirmeting
• Summativ og formativ eftirmeting
• Gera skrivligar royndir og fyrireika næmingar til próvtøku
Starvslæra
• Eygleiða og eftirmeta støddfrøðiundirvísing
• Fyrireika undirvísingargongdir og tilfar
• Grundgeva fyri og meta um undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum
Alment
• Avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum
• Ymsir arbeiðis- og hugsunarhættir, við denti á kreativar eksperimenterandi tilgongdir
• Næmingalagað undirvísing og ymiskar undirvísingargongdir
• Viðkomandi undirvísingartilfar
• KT í støddfrøðiligum høpi
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at:
• Fyrireika og fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði eftir galdandi námsætlan
• Fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um og eftirmeta tær
• Greina og eyðmerkja grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti
• Virka og grundgeva matematiskt innan vald evni, herundir brúka, velja og umseta millum ymsar umboðsformar
• Meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT
Í starvslæruni skal tann lesandi vísa, at hon ella hann megnar at:
• Miðla sína fakligu vitan
• Brúka faklig amboð saman við næmingunum
• Brúka ymsar arbeiðshættir
• Leggja undirvísingina á eitt hóskandi torleikastig
• Brúka ymsar rættleiðingar- og eftirmetingarhættir
Próvtøkuháttur
Innlating av logbók og munnlig framløga, sum bæði skal innihalda fakliga og praktiska ástøðiliga viðgerð og hugleiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Beck H.J. et al (2012): Matematik for lærere, Grundbog 3, Kultur, kundskab og kompetence, Gyldendal.
Beck H.J. et al (2009): Matematik for lærere, Grundbog 1B, Kultur, kundskab og kompetence, Gyldendalske boghandel, Nordisk forlag.
Blomhøj, M. (2016): Fagdidaktik i matematik, Frydenlund.
Pind, P. (2014): Matematik for alle – Håndbog i matematikundervisning, 1. Udg, 4. Opl., Forlaget Pind og Bjerre.
Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Rúna Hilduberg