7127.17 - Føroyskt grundskeið, annar partur
Skeiðsnummar
7127.17
Heiti
Føroyskt grundskeið, annar partur
ECTS
4
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa í máli í 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Rættskivingarreglur og orðalagslæra
• Orðaflokkar, eyðkenni og virkisháttur
• Talumál og skriftmál, málnýtsla, málvariatión, málbroyting og málsøga, purisma og málføri
• Mál sum samskiftisamboð, mál sum samleika-, mentanar- og vitanarberi
• Amboð í undirvísingarhøpi, karmar um undirvísingina – námsætlan, ársætlan og undirvísingargongdir, ymisk viðkomandi forrit (til framløgur & til upptøku av ljóði og myndum), talvunýtsla og kunning um tilfar
Alment:
• viðger og meting av tí, sum námsætlanin sigur um føroyskt í fólkaskúlanum.
• undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum.
• úr einum móðurmálsdidaktiskum sjónarhorni verður dentur lagdur á næmingalagaða undirvísing og undirvísing av næmingum við ymsum fortreytum, trupulleikum ella málsligum avbjóðingum.
• dentur verður lagdur á at leggja til rættis úrvaldar undirvísingargongdir.
• tey lesandi skulu megna at meta um avmarkingar og møguleikar í fakligum og didaktiskum høpi.
• Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær innlit í KT-tøknina, og hvussu henda kann nýtast í einum didaktiskum umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, skrivligar uppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at:
• brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki
• greina setningar og sambondini ímillum liðirnar
• stava síni skrivligu avrik rætt
• greiða frá málnýtslu, málvariatión, málførum, málbroytingum, purismu og málsøguni
• megna at brúka málið sum samskiftismál á hóskandi hátt í ymsum støðum
• greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum,
• nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísningargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær,
• halda seg til galdandi námsætlan fyri føroyskt í fólkaskúlanum,
• tilogna sær førleikar at meta um vald evni innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum,
• meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald,
• fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum, ið kveikir forvitni og áhugan hjá næmingum fyri føroyskum,
• meta um møguleikar og avmarkingar í brúkinum av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT,
• grundgeva undirvísing, sum umfatar tilognan næminganna av vitan bæði ígjøgnum munnligar, skrivligar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 5 tímar í rættskriving, orðalagslæru og ástøði um mál.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen