7128.17 - Føroyskt grundskeið, triði partur


Skeiðsnummar
7128.17
Heiti
Føroyskt grundskeið, triði partur
ECTS
7
Fortreytir
at tann lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Starvsvenjing, íroknað fyrireiking og eftirmeting. • Eygleiðing og eftirmeting av móðurmálsundirvísing hjá øðrum. • Starvsvenjingin fevnir um kanningar og greiningar av egnum lýsingum av starvsvenjingini. Umframt hetta eisini gerð av egnum undirvísingargongdum og egnum tilfari. • Grundgeva undirvísing og val av tilfari, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum. • Meta um undirvísing og val av tilfari, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarhorni.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi megna at: • Grundgeva undirvísing, sum tekur støði í undanførleikunum hjá næminginum og stuðlar lærutilgongdir næminganna í síni tilognan av vitan ígjøgnum munnligar, skrivligar, visuellar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur • Leggja til rættis, fremja og eftirmeta hugkveikjandi móðurmálsundirvísing, sum fær næmingarnar av fullum huga at taka lut í móðurmálsligum og kreativum virksemi. • Grundgeva undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin byggir á framløgu, umframt á samrøðu við lærara og próvdómara. Hvør bólkur hevur egna framløgu, har hann greiðir frá og eftirmetir møguleikar og avmarkingar í undirvísingargongdini. Próvtøkutíðin er 30 min pr bólk. Eftirmetingin fer fram áleið eina viku eftir, at starvsvenjingin er lokin. Fríggjadagurin, 13. apríl 2018, er ásettur sum próvtøkudagur
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen