7136.18 - Føroyskt grundskeið, triði partur
Skeiðsnummar
7136.18
Heiti
Føroyskt grundskeið, triði partur
ECTS
8
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Tekstteori, hvat er ein tekstur, ymisk háttaløg, tekstasløg – frá fiktión til multimodalitet, greiningaramboð og barnabókmentir
• Teksturin í undirvísingini, máltilognan, munnligir og skrivligir førleikar, ymsir lesi- og arbeiðshættir, munnliga og skrivliga undirvísingin, bókmentaliga samrøðan, sjangrulesing og -skriving, bókmentanámsfrøði, námsfrøðilig amboð til móðurmálsundirvísing
• Talumál og skriftmál, tvímæli og fleirmæli
• Mál sum samskiftisamboð, mál sum samleika-, mentanar- og vitanarberi, literasi og narrativitetur
• Skrivinámsfrøði, frá søgu—til sjangruskriving
• At rætta, bøta og menna næmingaavrik
• Akademiskt skrivingarlag
• Amboð í undirvísingarhøpi, karmar um undirvísingina – námsætlan, ársætlan, undirvísingargongdir og kunning um tilfar.
Alment:
• viðger og meting av tí, sum námsætlanin sigur um føroyskt í fólkaskúlanum.
• undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum.
• úr einum móðurmálsdidaktiskum sjónarhorni verður dentur lagdur á næmingalagaða undirvísing og undirvísing av næmingum við ymsum fortreytum.
• dentur verður lagdur á at leggja til rættis úrvaldar undirvísingargongdir.
• kunnleiki til ymiskar eftirmetingarhættir og grundgevingar fyri teimum, og hvussu teir verða brúktir.
• arbeiðið við royndum og testum í fólkaskúlanum.
• tey lesandi skulu megna at meta um avmarkingar og møguleikar í fakligum og didaktiskum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, skrivligar uppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at:
• greina munin á talu- og skriftmáli
• greina ymisku bókmentaligu háttaløgini
• at skyna á, hvat ein tekstur er og at gera mun á ymiskum tekstasløgum
• brúka hóskandi greiningaramboð í mun til tekstaslag
• greina barnabókmentir
• brúka og greina frásagnarhættir og ymsar stíllegur
• brúka ymiskar skrivinámsfrøðiligar arbeiðshættir
• rætta, bøta og menna skrivlig næmingaavrik
• greiða frá rættingum og ábótum
• brúka akademiskt skrivingarlag
• orða seg greitt og neyvt í skrivligum avrikum
• megna at brúka málið sum samskiftismiðil á hóskandi hátt í ymsum støðum
• greina literasi og tess týdning
• greina tví- og fleirmæli og tess týdning
• greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum,
• nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísningargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær
• halda seg til galdandi námsætlan fyri føroyskt í fólkaskúlanum
• tilogna sær førleikar at meta um vald evni innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum
• meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald
• fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum, ið kveikir forvitni og áhugan hjá næmingum fyri føroyskum
• meta um møguleikar og avmarkingar í brúkinum av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT,
• grundgeva undirvísing, sum umfatar tilognan næminganna av vitan bæði ígjøgnum munnligar, skrivligar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen