7479.19 - Evna- og alisfrøðilig perspektiv í náttúru og tøkni


Skeiðsnummar
7479.19
Heiti
Evna- og alisfrøðilig perspektiv í náttúru og tøkni
ECTS
7,5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
At tey lesandi ogna sær bæði fakligar og didaktiskar førleikar at undirvísa í evna- & alisfrøði, og í tøkni til lærugreinina Náttúra og Tøkni, og at tey brúka náttúruvísindaligar hættir at eygleiða og skráseta náttúrufyribrigdi.
Innihald
Grundleggjandi evnafrøði: Grundevnaskipanin, atom, mýl og jonir. Sambindingar, støðuformar (tilstandsformer), brenning, sýrur, lútar (basur) og matur. Grundleggjandi alisfrøði: Støddir og mál, evnisnøgd, kreftir, magnetisma, el-læra, orka, orkukeldur.Vatn, luft og trýst. Ljós og ljóð. Í hesi samband verður eisini nomið við ymsa nýtslu av tøkni.
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing, venjingar og framløgur. Stórur dentur verður lagdur á venjingar, sum eru grundaðar á tey náttúrufyribrigdi, sum verða viðgjørd í ástøðiliga partinum. Tey lesandi savnast til bólkaarbeiði og útgreining av fyrilestrum, umframt til venjingar. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi sjálvi úthugsa venjingar sum kunnu brúkast at lýsa ástøðiliga tilfarið. Framløgudagar skulu tryggja, at tey lesandi venja seg við at leggja fram og nýta framkomna kunningartøkni til framløgur. 
Læruúrtøka
1) At leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta eina undirvísing har næmingarnir eru virknir, og sum hóskar til tey evni í námsætlanum fólkaskúlans fyri náttúru og tøkni, sum fevna um evna- & alisfrøði, umframt tøkni. 2) At knýta evna- og alisfrøðilig viðurskifti saman við náttúru- og landafrøði. 3) At lýsa og greina grundleggjandi evni innan evna- og alisfrøði umframt tøkni.
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skal lesandi hava uppfylt møti- og luttøkuskyldina til tilrættisløgdu undirvísingina og starvslæruna. Eisini skal lesandi standa skrivliga verkætlanar-uppgávu um starvslæruna, umframt standa eina starvsstovudemonstratión við serligum atliti til fakliga fatan og frálæruevni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfar úr bókunum hjá Pól Jepersen: Alisfrøði og evnafrøði - Tilfar av netinum – Náttúra og Tøkni 1, 2 og 3 - - Óútgivið egið tilfar frá Jacob Thomsen
Ábyrgd
Erla Olsen