7490.20 - Handarbeiði 3, Starvslæra


Skeiðsnummar
7490.20
Heiti
Handarbeiði 3, Starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Tann lesandi skal læra at leggja eina undirvísingargongd til rættis, ið tekur støði í ávísum læringsmálum og er rættað ímóti einum ávísum málbólki. Starvslæra er samfastur og týðandi partur av skeiðinum.
Innihald
• Handarbeiði - galdandi námsætlan • Handarbeiðsdidaktikkur • Tvørfakligheit
Læru- og undirvísingarhættir
Arbeitt verður ítøkiligt við tilfari og amboðum, og ástøðiligt við at lesa viðkomandi tilfar, og skrivligari og munnligari refleksión hesum viðvíkjandi. Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði. Tey lesandi fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta starvslærutíðarskeið. Lesandi skriva logbók meðan tey eru í starvslæru.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi megna: • At skipa undirvísing, ið tekur støði í gandandi námsætlan. • At taka støðu til og velja didaktiskar og námsfrøðiligar arbeiðshættir í undirvísingartilgongdini. • Velja hóskandi handarbeiðsfakligt tilfar til ítøkiligt arbeiði og nýta tað í undirvísingini. • Meta um og velja tilfar, við atliti til umhvørvi og burðardyggleika. • Leggja til rættis undirvísingarætlan, ið er ætlað einum ávísum málbólki og at fremja hesa ætlan í verki.
Próvtøkuháttur
Stutt skrivlig uppgáva (synops) og munnlig framløga, ið tekur støði í starvslæruni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali