7720.17 - Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla
Skeiðsnummar
7720.17
Heiti
Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla
ECTS
15
Fortreytir
At tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi út frá ástøðiliga tilfarinum í skeiðinum, og møguligar egnar royndir, skulu duga at meta um, hvat tey halda vera týdningarmikið at seta á dagsskránna innan námsfrøðiliga leiðslu, starvsfólkaleiðslu og strategiskari leiðslu í skúla, dagstovni ella serstovni.
Innihald
• Støðan og tørvurin á námsfrøðiliga leiðslu
• At útinna námsfrøðiliga leiðslu
• Ráðgeving í námsfrøðiligum arbeiði
• Leiðsla av tí dagliga námsfrøðiliga ella undirvísingarliga arbeiðinum
• Leiðsla í samband við starvsfólksins námsfrøðiligu reflektiónir
• Verkætlanarleiðsla av námsfrøðiligum arbeiði/undirvísing
• At leiða ein bólk við bæði námsfrøðigum og hjálparfólkum/leiðsla av autonomum lærarum
• Starvssetan, uppsókn og at varðveita starvsfólk
• Mennandi starvsfólkasamrøður og toymissamrøður
• Sjálvleiðsla og útlutað leiðsla
• Strategisk leiðsla í námsfrøðiligum stovnum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna:
- at kenna aðaltættirnir í námsfrøðiligari leiðslu
- at seta orð á hvussu ráðgeving, reflektión, eftirmeting og líknandi kann verða nýtt í leiðsluni av námsfrøðiligum arbeiði í dagstovni, serstovni ella skúla
- at kenna aðaltættirnir í starvsfólkaleiðslu
- at taka atlit til hvussu ein leiðari eigur at sýna umhugsni viðvíkjandi sínum starvsfólki tá leiðsluavgerðir verða tiknar
- at kenna aðaltættirnir í strategiskari leiðslu
á grundleggjandi støði at arbeiða við strategi í dagstovni, serstovni ella skúla
Próvtøkuháttur
Ígjøgnum skeiði skulu tey lesandi einsæris lata inn ein 1-2 A4 síður essay-tekst innan ávíkavist tey trý høvuðsevnini: Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla, og strategisk leiðsla.
Í hvørjari av essay-uppgávunum skal tann lesandi sýna tær ásettu læruúrtøkurnar innan hvørt av høvuðsevnunum. Somuleiðis skal úrtøkan av kanningarferðini í Onglandi verða partur av einari essay-uppgávu, har tað í dømingini verður lagdur dentur á, at tey lesandi duga at taka atlit fyri hvussu úrtøkan av kanningarferðini í Onglandi kann nýtast í Føroyum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verðuyr útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð