7736.20 - Starvslæra og sjálvvalt evni


Skeiðsnummar
7736.20
Heiti
Starvslæra og sjálvvalt evni
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær innlit í sernámsfrøðiligt virksemi og krøv til læraran og uppgávurnar hjá honum tí viðvíkjandi á einum skúla. Hetta við at seta seg inn í arbeiðið, undirvísingina, hugburðin og tørvin á og við tí á valda starvslæruplássinum og harnæst royna seg við undirvísing og øðrum lærararelateraðum uppgávum tí viðvíkjandi.
Innihald
Starvslærufyrireiking - herundir persónligur og fakligur málsetningur Arbeiði við málsetninginum í samstarvi við starvslæruplássið Starvslæra - herundir tarvslærusamtalur, eygleiðing, logbóksskriving og sjálvstøðugt kunningar- og leitiarbeiði Eftirmeting av starvslæruni
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðug fyrireiking til starvslæruna, egin- og felagsrefleksión, upplegg, starvslæra, eygleiðing, logbóksskriving, vegleiðing, starvslærusamtalur, sjálvlestur og uppgávuskriving.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna • at greiða frá, hvat serligur tørvur á einum skúla kann vera • at reflektera um egnan leiklut og týdningin av honum í starvslæruni • at hugleiða um læringina av starvslærugongdina • at megna at greina og taka støðu til fakligu tilgongdina á starvslæruplássinum • at meta um týdningin av læraraleiklutinum í sernámsfrøðiligum høpi
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu skriva eina spurdómsstýrda synopsis. Hendan skal taka støði í einum sjálvvaldum evni í tráð við starvslæruna og kann verða skrivað einsæris ella í bólki. Munnligi parturin av próvtøkuni, har tann lesandi útdjúpar synopsis, er einsæris.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umframt lestrarlista frá modul 1 og 2, skal tann lesandi sjálvur finna fram til viðkomandi uppískoytandi lesnað
Ábyrgd
Katrin av Kák