7811.11 - B.Ed. verkætlan


Skeiðsnummar
7811.11
Heiti
B.Ed. verkætlan
ECTS
15
Fortreytir
Hava staðið øll skeið 1.–3. árið.
Endamál
Triðja lestraárið, bæði hjá lærarum og námsfrøðingum, endar við einari verkætlan, ið telur 15 ECTS-stig. Verkætlanin verður framd samsvarandi endamálunum fyri útbúgving til B.Ed., antin innan fólkaskúlalærarayrkið ella námsfrøðingayrkið, og skal vera á slíkum støði, at hon verður viðurkend sum grundarlag undir framhaldslestri til diplom ella MA, bæði í Føroyum og uttanlands. Bachelorverkætlanin er ein ritgerð og ein munnlig próvtøka. Verkætlanin hevur heimild í §§ 10 – 11 í Kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum frá 30. november 2009.
Innihald
Í samráði við vegleiðararnar velja tey lesandi sjálv eitt evni innan ávikavist undirvísingarligu – ella námsfrøðiligu fakøkini. Verkætlanin skal verða skipað kring ein spurning/ spurdóm, sum skapar karm um ritgerðina, ið avmarkar valmøguleikarnar viðvíkjandi ástøði, hugtøkum, háttalagi og kanningarúrslitum.Til tess at verða góðkent skal valda evnið hava týdning og vera viðkomandi fyri avvarðandi fakøki. Vegleiðararnir skulu í samráði við undirvísingarleiðararnar á Námsvísindadeildini góðkenna evnið.
Læru- og undirvísingarhættir
Smærri fyrireikandi tiltøk umframt vegleiðing
Læruúrtøka
Í verkætlanini skal hin lesandi: • vísa síni evni at nýta vísindalig ástøði og háttaløg til at viðgera og greina eitt ávíst evni innan ávikavist lærara- ella námsfrøðingayrkið. • duga at seta einstøku partarnar í ritgerðini í størri høpi og heild og skipa eina sjálvstøðuga viðgerð • sýna, at hon/hann á virknan hátt megnar at finna, velja, og brúka viðkomandi heimildir, ið skapa eitt haldgott grundarlag undir viðgerð og greining
Próvtøkuháttur
Bachelorverkætlanin endar við munnligari próvtøku, sum hevur sítt støði í einum skrivligari ritgerð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Ábyrgd
Janus Jensen