7062.18 - Støddfrøði grundskeið, fyrri partur.


Skeiðsnummar
7062.18
Heiti
Støddfrøði grundskeið, fyrri partur.
ECTS
14
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa á 1.-6. floksstigi í støddfrøði.
Innihald
Tøl, roknihættir og algebra: • Tøl, roknihættir og algebra á 1.-6. floksstigi. • Bygnaðurin í talskipanini og talnýtsla í smb. við undirvísing í talskipanini. • Didaktiskkurog hugtaksmenning í smb. við tøl, roknihættir og algebra. Geometri: • Plan- og rúmgeometri. • Klassisk geometri og trigonometri. • Didaktiskkurog hugtaksmenning í geometriundirvísingini. Modellering og støddfrøði í nýtslu : • Arbeiði við funktiónum/variablum. • Ymsar vakstrarmyndlar, sum verða brúktir í ítøkiligum modeleringsvenjingum. • Didaktikkur og hugtaksmenning í smb. við modellering og støddfrøði í nýtslu. Alment: • Viðgera og meta um tað, sum námsætlanin sigur um støddfrøði í fólkaskúlanum. • Tilrættisleggja undirvísing, eisini næmingatillagaða undirvísing. • At eygleiða og eftirmeta undirvísing í støddfrøði. • Almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum. KT • KT er fastur partur av arbeiðinum í modulinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal lesandi megna at: • Undirvísa eftir galdandi námsætlan fyri støddfrøði í fólkaskúlanum. • Fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær. • Fyrireika, fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði. • Skilja, brúka, velja og umseta millum ymsar umboðsformar (repræsentationsformer). • Hugsa matematiskt og argumentera matematiskt innan vald evni. • Finna og greina grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti innan støddfrøðiundirvísingina á 1.-6. floksstigi ella samsvarandi støði í fólkaskúlanum. • Meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin byggir á eina uppgávu og á framløgu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Matematik for Lærere 1A & 1B, við tilhoyrandi arbeiðsbókum. Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Jari í Hjøllum