7063.18 - Støddfrøði grundskeið, annar partur, starvslæra


Skeiðsnummar
7063.18
Heiti
Støddfrøði grundskeið, annar partur, starvslæra
ECTS
3,5
Fortreytir
At lesandi hevur staðið ella fylgir Støddfrøði grundskeið, fyrra part.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í støddfrøði á 1.-6. floksstigi.
Innihald
• Starvsvenjing, fyrireiking og eftirmeting. • Fyrireika undirvísingargongdir og tilfar. • Eygleiða og eftirmeta støddfrøðiundirvísing. • Kanningar og greiningar av egnum lýsingum av starvsvenjingini. • Grundgeva fyri og meta um fyri undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenndidaktiskum sjónarmiðum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, smáar kanningaruppgávur, undirvísingarvenjing og kjak
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi megna at: • Leggja til rættis, fremja og eftirmeta tilelvandi og hugkveikjandi støddfrøðiundirvísing til 1.-6. floksstig ella samsvarandi støði í fólkaskúlanum. • Grundgeva fyri støddfrøðiundirvísing, sum ger at næmingar kunnu ogna sær vitan gjøgnum munnligar, skrivligar, visuellar og KT-grundaðar framløgur. • Grundgeva fyri støddfrøðiundirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum.
Próvtøkuháttur
• Eftirmeting byggir á eina framløgu og samrøðu. • Framløgan skal hava samband við Støddfrøði grundskeið, fyrri partur. • Próvtøkan kann verða liður í einum samstarvi við Føroyskt grundskeið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Matematik for Lærere 1A & 1B, við tilhoyrandi arbeiðsbókum. Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Jari í Hjøllum