7134.18 - Føroyskt grundskeið, fyrsti partur


Skeiðsnummar
7134.18
Heiti
Føroyskt grundskeið, fyrsti partur
ECTS
3,5
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Starvsvenjing, íroknað fyrireiking og eftirmeting. • Eygleiðing og eftirmeting av móðurmálsundirvísing hjá øðrum. • Starvsvenjingin fevnir um kanningar og greiningar av egnum lýsingum av starvsvenjingini. Umframt hetta eisini gerð av egnum undirvísingargongdum og egnum tilfari. • Grundgeva undirvísing og val av tilfari, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum. • Meta um undirvísing og val av tilfari, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarhorni.
Læru- og undirvísingarhættir
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi megna at: • Grundgeva undirvísing, sum tekur støði í næmingunum og stuðlar lærutilgongdir næminganna í síni tilognan av vitan ígjøgnum munnligar, skrivligar, visuellar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur • Leggja til rættis, fremja og eftirmeta hugkveikjandi móðurmálsundirvísing, sum fær næmingarnar av fullum huga at taka lut í móðurmálsligum og kreativum virksemi. • Grundgeva undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi megna at: • Grundgeva undirvísing, sum tekur støði í næmingunum og stuðlar lærutilgongdir næminganna í síni tilognan av vitan ígjøgnum munnligar, skrivligar, visuellar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur • Leggja til rættis, fremja og eftirmeta hugkveikjandi móðurmálsundirvísing, sum fær næmingarnar av fullum huga at taka lut í móðurmálsligum og kreativum virksemi. • Grundgeva undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin byggir á framløgu, umframt á samrøðu við lærara og próvdómara. Hvør bólkur hevur egna framløgu, har hann greiðir frá og eftirmetir møguleikar og avmarkingar í undirvísingargongdini. Próvtøkutíðin er 30 min pr bólk. Eftirmetingin fer fram áleið eina viku eftir, at starvsvenjingin er lokin.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Lydia Didriksen