7135.18 - Føroyskt grundskeið, annar partur


Skeiðsnummar
7135.18
Heiti
Føroyskt grundskeið, annar partur
ECTS
6
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa í máli í 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Rættskivingarreglur, bendingarlæra og orðalagslæra • Orðaflokkar, eyðkenni og virkisháttur • Talumál og skriftmál, málnýtsla, málvariatión, málbroyting og málsøga, purisma og málføri • Mál sum samskiftisamboð, mál sum samleika-, mentanar- og vitanarberi • Amboð í undirvísingarhøpi, karmar um undirvísingina – námsætlan, ársætlan og undirvísingargongdir, talvunýtsla og kunning um tilfar Alment: • viðger og meting av tí, sum námsætlanin sigur um føroyskt í fólkaskúlanum. • undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum. • úr einum móðurmálsdidaktiskum sjónarhorni verður dentur lagdur á næmingalagaða undirvísing og undirvísing av næmingum við ymsum fortreytum. • dentur verður lagdur á at leggja til rættis úrvaldar undirvísingargongdir. • tey lesandi skulu megna at meta um avmarkingar og møguleikar í fakligum og didaktiskum høpi. • Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær innlit í KT-tøknina, og hvussu henda kann nýtast í einum didaktiskum umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, skrivligar uppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at: • brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki • greina setningar og sambondini ímillum liðirnar • stava síni skrivligu avrik rætt • greiða frá málnýtslu, málvariatión, málførum, málbroytingum, purismu og málsøguni • megna at brúka málið sum samskiftismál á hóskandi hátt í ymsum støðum • greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum, • nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísningargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær, • halda seg til galdandi námsætlan fyri føroyskt í fólkaskúlanum, • tilogna sær førleikar at meta um vald evni innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum, • meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald, • fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum, ið kveikir forvitni og áhugan hjá næmingum fyri føroyskum, • meta um møguleikar og avmarkingar í brúkinum av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT, • grundgeva undirvísing, sum umfatar tilognan næminganna av vitan bæði ígjøgnum munnligar, skrivligar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 6 tímar í rættskriving, bendingarlæru, orðalagslæru og ástøði um mál. Í metingini er førleikin í staving og málburði partur av tí, sum verður mett, hóast høvuðsdenturin verður lagdur á tað fakliga innihaldið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen