7738.18 - Lærandi leiðsla


Skeiðsnummar
7738.18
Heiti
Lærandi leiðsla
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD.
Endamál
Endamálið er at styrkja leiðsluførleikarnar hjá teimum lesandi. Somuleiðis er endamálið at styrkja teirra samstarvsførleikar og teirra førleikar til at lata seg leiða.
Innihald
• Toymisleiðsla • Leiðsla av verkætlanum • Leiðsla av fundum • Viðurkennandi leiðsla • Narrativ leiðsla • Relatiónsleiðsla
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi arbeiða í bólkum við einari sjálvvaldari verkætlan tvær ferðir ígjøgnum skeiði. Tey lesandi skiftast um at vera leiðari í bólkunum. Leiðarin og bólkalimirnar skriva eina portfolio. Ein portfolio er eitt savn av t.d. referat av lisnum tekstum, ymisk skjøl í samband við verkætlanina og reflektiónir. Portfolio’in skal vísa, hvussu tann lesandi styrkir sínar leiðsluførleikar, samstarvsførleikar og førleikar til at lata seg leiða. Leiðararnir skulu fyrireika og stýra fundir í sínum bólki og leiða arbeiði við verkætlanini. Leiðararnir skulu skriva eina fundarskrá, sum skal skrivast inn í portfolio’ina. Leiðararnir skulu skriva regluligar reflektiónir í portfolio’ina. Somuleiðis skulu hinir bólkalimir av og á skriva reflektiónir um teirra samstarvsførleikar og teirra førleikar til at lata seg leiða.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at: - sýna reflektiónir í samband við at leiða fundir, eitt toymi og eina verkætlan - hava vitan um viðurkennandi leiðslu, narrativa leiðslu og relatiónsleiðslu.
Próvtøkuháttur
Munnlig verja, ið tekur støði í portfolio.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð