7058.19 - Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur


Skeiðsnummar
7058.19
Heiti
Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi kunnugan við lærarayrkið. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av skúlans uppgávu í 21. øld, og hvørjir mentanarligir-, sosialir- og kognitivir faktorar ávirka menningar- og lærumøguleikarnar hjá børnum og ungum í dag. Tann lesandi skal harumframt fáa innlit í, hvat eyðkennir góða undirvísing og fjølbroyttar undirvísingargongdir
Innihald
Skeiðið er í fimm høvuðspørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Góð undirvísing – kanningar og metakanningar (“Tann empiriska vendingin”) - Barna- og ungdómsmentan (Mentanin uttanskúla sum lærufortreyt innanskúla) - Hin føroyski fólkaskúlin (Sosialisering, dannilsi, lóg og námsætlan) - Menningar- og læringarsálarfrøði (Ástøði um atburð, motivatión, sjálvsmenning, kognitión, intelligens og málmenning) - Fjølbroyttar undirvísingargongdir (Frá læruástøði til undirvísingarhátt)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at greiða frá, hvussu hansara persónliga skúlasøga og hansara persónligu skúlaroyndir hava myndað og/ella ávirkað ta læru- og undirvísingarfatan, hann hevur við sær inn á Námsvísindadeildina • at greiða frá, hvat altjóða skúlagranskarar siga um ”góða undirvísing” í 21. øld • at lýsa hvat eyðkennir lívið og gerandisdagin hjá børnum og ungum í dag – í skúlanum og uttanfyri skúlan • at hugleiða um endamálið við fólkaskúlatilboðnum við støði í viðkomandi skjølum og myndlum – m.a. fólkaskúlalógini, barnarættindasáttmálanum, námsætlanum, ársætlanum og fyrireikingar- og eftirmetingarfrymlum • at flokka og samanbera grundleggjandi menningar- og læringarástøði • at grunda yvir og kjakast um sambandið millum grundleggjandi læruástøði øðrumegin og ítøkiligar undirvísingartilgongdir hinumegin • at stíða fram og halda styrri framløgur um úrvald námsfrøðilig temu
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum. - Tá ið skeiðið er hálvrunnið, skulu tey lesandi fremja eitt evnisarbeiði um eitt úrvalt undirvísingarevni. Evnisarbeiðið verður framt í 2. ella 3. mansbólkum. - Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi skriva stuttar tekstur, gera myndatalvur, gera PP-framløgur, geva evnisyvirlit/vísitalvur osfr.. Skrivligu avrikini verða savnað í eins portfolio-mappu. Við skeiðslok skulu tey lesandi leggja sína portfoliomappu munnliga fram fyri undirvísarunum og einum próvdómara og greiða frá innihaldi og samanhangi. Framløgan er einsæris. - Bæði evnisarbeiðið og portfolio-framløgan telja við í endaligu metingina. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku eftir jólafrítíðina 2019. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til eina munnliga vegleiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Rúna í Skála