7136.18 - Føroyskt grundskeið, triði partur


Skeiðsnummar
7136.18
Heiti
Føroyskt grundskeið, triði partur
ECTS
8
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Tekstteori, hvat er ein tekstur, ymisk háttaløg, tekstasløg – frá fiktión til multimodalitet, greiningaramboð og barnabókmentir • Teksturin í undirvísingini, máltilognan, munnligir og skrivligir førleikar, ymsir lesi- og arbeiðshættir, munnliga og skrivliga undirvísingin, bókmentaliga samrøðan, sjangrulesing og -skriving, bókmentanámsfrøði, námsfrøðilig amboð til móðurmálsundirvísing • Talumál og skriftmál, tvímæli og fleirmæli • Mál sum samskiftisamboð, mál sum samleika-, mentanar- og vitanarberi, literasi og narrativitetur • Skrivinámsfrøði, frá søgu—til sjangruskriving • At rætta, bøta og menna næmingaavrik • Akademiskt skrivingarlag • Amboð í undirvísingarhøpi, karmar um undirvísingina – námsætlan, ársætlan, undirvísingargongdir og kunning um tilfar. Alment: • viðger og meting av tí, sum námsætlanin sigur um føroyskt í fólkaskúlanum. • undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum. • úr einum móðurmálsdidaktiskum sjónarhorni verður dentur lagdur á næmingalagaða undirvísing og undirvísing av næmingum við ymsum fortreytum. • dentur verður lagdur á at leggja til rættis úrvaldar undirvísingargongdir. • kunnleiki til ymiskar eftirmetingarhættir og grundgevingar fyri teimum, og hvussu teir verða brúktir. • arbeiðið við royndum og testum í fólkaskúlanum. • tey lesandi skulu megna at meta um avmarkingar og møguleikar í fakligum og didaktiskum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, skrivligar uppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at: • greina munin á talu- og skriftmáli • greina ymisku bókmentaligu háttaløgini • at skyna á, hvat ein tekstur er og at gera mun á ymiskum tekstasløgum • brúka hóskandi greiningaramboð í mun til tekstaslag • greina barnabókmentir • brúka og greina frásagnarhættir og ymsar stíllegur • brúka ymiskar skrivinámsfrøðiligar arbeiðshættir • rætta, bøta og menna skrivlig næmingaavrik • greiða frá rættingum og ábótum • brúka akademiskt skrivingarlag • orða seg greitt og neyvt í skrivligum avrikum • megna at brúka málið sum samskiftismiðil á hóskandi hátt í ymsum støðum • greina literasi og tess týdning • greina tví- og fleirmæli og tess týdning • greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum, • nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísningargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær • halda seg til galdandi námsætlan fyri føroyskt í fólkaskúlanum • tilogna sær førleikar at meta um vald evni innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum • meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald • fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum, ið kveikir forvitni og áhugan hjá næmingum fyri føroyskum • meta um møguleikar og avmarkingar í brúkinum av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT, • grundgeva undirvísing, sum umfatar tilognan næminganna av vitan bæði ígjøgnum munnligar, skrivligar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen