7215.09 - Ávegisskriving


Skeiðsnummar
7215.09
Heiti
Ávegisskriving
ECTS
1,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er í fyrstu atløgu at tryggja, at øll tey lesandi fáa kunnleika til ávegisskriving sum háttalag, og hvussu gott amboð hesin skapandi skriviháttur er til at menna skriviførleikan. Í øðrum lag, at tey lesandi verða kunnað um námsfrøðiligu møguleikarnar, hetta háttalag hýsir. Í triðja lagi at leggja lunnar undir nýtt háttalag í sambandi við verkevnaskriving hjá teimum lesandi.
Innihald
Skeiðið er grundað á bókarøðina Kom og skriva og gevur teimum lesandi førleika at brúka bókarøðina í undirvísingini í fólkaskúlanum. Skeiðið er skipað soleiðis: • Um ávegisskriving. Greitt verður frá høvuðstáttunum í ávegisskrivingini • Um snarskriving. Tey lesandi royna henda skriviháttin • Sansavenjingar. Arbeitt verður við týdninginum, sum sansarnir hava fyri skrivliga avrikið • Greitt verður frá, hvussu bókarøðin Kom og skriva er skipað. • Arbeitt verður ítøkiliga við skrivistigunum í ávegisskrivingini. Tey lesandi fáa høvi at arbeiða við allari skrivitilgongdini, t.e. fyrireiking, skriving og eftirmeting • Tey lesandi læra at meta egið avrik og avrikið hjá øðrum
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin er tvíbýtt: Tey, ið vara av skeiðnum (1) skráseta, um tann lesandi møtir til undirvísingina og (2) meta um tann lesandi tekur virknan lut í teimum ymisku sansa- og skrivivenjingunum, sum eru á skránni. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri avrikið.