7217.09 - Mál og máldidaktikk


Skeiðsnummar
7217.09
Heiti
Mál og máldidaktikk
ECTS
10,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er tríbýtt. (1) Tey lesandi skulu fáa innlit í nøkur høvuðshugtøk í málvísindum og nakrar høvuðstættir í føroyskari málsøgu og málrøkt. (2) Tey lesandi skulu gerast kunnug við týdningarmikil ástøði, ið siga frá málmenning, lesi- og skrivitilgongdum og eftirmetingarhættum. Og (3) tey lesandi skulu læra at leggja eina undirvísingartilgond til rættis, ið hevur málsligt tilvit og málmenning sum høvuðsætl.
Innihald
Skeiðið er skift sundur í tríggjar sjálvstøðugar og tó samfastar partar. Í fyrsta parti verður arbeitt við máli sum heimsspekiligt fyribrigdi. Tey lesandi fara at kunna seg við, hvønn týdning málið hevur sum samskiftismiðil, og hvønn týdning málið hevur sum samleikagerð. Tey lesandi fara at hugsavna seg um ymiskar málvísindaligar stevnur og tær klassisku tvígreiningarnar, ið eru í alheims málum: Málkerv og málnýtsla, samtíðarmál og søgulig gongd, førleiki og útinning. Føroyska málsamfelagið verður eisini havt til umrøðu og hugt verður eftir føroysku málsøguni, purismuni sum hugsjón, málrøkt, málsniðið í teimum nýggju elektronisku miðlunum o.ø.. Í øðrum parti verður sjónarhornið snarað eitt sindur. Tey lesandi fara at gjøgnumhugsa, hvussu móðurmálið verður nýtt í heimi, á stovni og í skúla. Ástøði verða løgd fram, ið siga frá málsligari tilvitan, byrjunarundirvísing í móðurmálinum og undirvísingarháttum, ið stuðla lesi- og skriviførleikan hjá børnum og ungum. Harumframt fara tey lesandi at fáast við ymiskar eftirmetingarhættir, ið verða nýttir í nútímans málundirvísing. Triði partur verður skipaður sum eitt starvslæruskeið. Tey lesandi skulu undirvísa annaðhvørt einum 1. flokki ella einum 2. flokki í føroyskum máli. Tey lesandi fyrireika, fremja í verki og eftirmeta undirvísingina við støði í teimum ástøðum og fyridømum, sum tey hava arbeitt við vikurnar frammanundan.
Próvtøkuháttur
Eftir skeiðið skulu tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu, har ið tey bregda ástøðiliga partin og starvslæruna saman. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Próvtal verður givið eftir 13-stiganum. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt eftir: • Hvussu væl tann lesandi dugir at nýta ástøði, hugtøk og fyribrigdi, ið eru miðdepils í málsvísindum og máldidaktikki • Hvussu væl tann lesandi megnar at fyribúgva eina undirvísingartilgongd, ið stimbrar málsliga tilvitið og málsliga førleikan hjá næmingum í føroyska fólkaskúlanum • Hvussu tað hepnast tí lesandi at skriva og skipa eina samanhangandi uppgávu • Um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og stavseting • Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina.