7242.10 - Burðardyggleiki
Skeiðsnummar
7242.10
Heiti
Burðardyggleiki
ECTS
18
Endamál
- at lesandi fáa greiðing á breiða, globala, lokala og relativa hugtakinum “Burðardyggleiki”, sum eitt hugtak, ið viðkemur øllum borgarum
- at lesandi skilja hvønn týdning ymsar náttúrligar prosessir og ringrásir hava í hesum sambandi
- at lesandi gerast tilvitað um, og sannkenna, týdningin av burðardyggleika í umhvørvisligum, samfelagsligum og persónligum viðurskiftum og samanhangum, og soleiðis vera før fyri at gera egnar metingar og niðurstøður hesum viðvíkjandi
- at lesandi ogna sær didaktiskar førleikar at undirvísa í temanum “burðardyggleiki”
Partsmál fyri spurdómsstýrdu verkætlanar-uppgávuna: Í smb. við spurdómsstýrdu verkætlanar-uppgávuna, er dentur lagdur á sjálvsstøðu og sjálvstøðuga arbeiði teirra lesandi og/ella samstarvsevni, um tey velja at samstarva í bólkum. Dentur verður lagdur á vegleiðing heldur enn vanliga undirvísing í hesi tilgongdini.
Partsmál fyri innleiðslukeið: Viku-skeiðið, sum liggur í byrjanini av tilgongdini, hevur til endamáls at lesandi kunnu fáa eina breiða lýsing og fatan av burðardyggleika-hugtakinum, so tey hava fjølgar møguleikar at velja ímillum, tá verkætlanar-evnið skal veljast.
Innihald
Í innleiðsluskeiðnum verður arbeitt við hesum høvuðstemum:
• Ymsar skilmarkingar og fatanir av hugtakinum “burðardyggleiki”
• Týdninginum av javnvág í natúrligum ringrásum og prosessum
• Burðardyggleiki í føroysku fiskivinnuni
• Burðardyggleiki í ESD-skúlum og í føroyska fólkaskúlanum
• Burðardygg turisma
Verkætlanin hevur bæði eitt fakfakligt og eitt didaktsikt innihald, har ein skrivlig, spurdómsstýrd verkætlanar-uppgáva – við temanum “burðardyggleiki” - verður skrivað. Fyrstu vikuna verður arbeitt við spurdómi og avmarkingum, sum skal góðkennast av undirvísarunum. Síðani verður avtala gjørd um tríggjar formellar vegleiðingar, sum verða hildnar í verkætlanartíðini; harumframt kunnu styttri, óformellar vegleiðingar - um avmarkað øki - avtalast.
Í verkætlanartíðini verða fýra náttúrufaklig heildagsskeið hildin, umframt tríggjar seinnapartsfyrilestur við relevantum, náttúrufakligum evni.
Próvtøkuháttur
Skrivlig, spurdómsstýrd uppgáva verður skrivað. Uppgávutreytirnar eru neyvari lýstar í serstøkum uppgávu-skjali.
Innanhýsis eftirmeting verður nýtt. Próvtal eftir 13-talsstiganum og skrivligt úttalisi verður givið. Uppgávan er staðin, um lesandi fær 6 ella hægri próvtal. Próvtalið verður skrivað inn í próvbók teirra lesandi.