7248.10 - Lestrarferð í náttúruvísindi


Skeiðsnummar
7248.10
Heiti
Lestrarferð í náttúruvísindi
ECTS
2
Endamál
Málið við lestrarferðini er, at lesandi uppliva øðrvísi náttúruviðurskifti, men eisini at lesandi fáa fatan av ymiskleikanum í hvussu samspælið millum náttúruviðurskifti og mentanir kann verða skipað. Annað endamál við lestrarferðini er at brúka upplivingar í fremmandari náttúru sum íblástur til hugleiðingar (refleksión) um náttúrufaks-didaktikk, herundir “úti”-didaktikk, og hvussu íblástur og hugleiðingar kunnu brúkast í “heimligum” samanhangum. Á lestrarferðini skulu lesandi eisini vitja fólkaskúlar og aðrar undirvísingarstovnar. Hesar vitjanir skulu fyriskipast so, at tær hava relevans fyri útbúgving teirra lesandi. Lesandi standa sjálv fyri stórum parti av fakligu fyrireikingunum og tilrættaleggingini av lestrarferðini, og hava eisini skyldu til at eftirmeta og viðgera faklig viðurskifti frá lestrarferðini, tá tey eru komin heimaftur. Hetta merkir m.a., at tey skulu skriva eina frágreiðing frá lestrarferðini, sum bæði snýr seg um faklig viðurskfti og upplivingarpartin.
Innihald
Innihaldið á lestrarferðini skal skal handla um eitt náttúrufakligt tema, ið tey lesandi kunnu fáa gleði av sum komandi lærarar. Tey lesandi skulu sjálv – við stuðli og vegleiðing frá undirvísarunum – fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta og eftirviðgera ferðina. Á ferðini skulu tey lesandi loysa nakrar smærri uppgávur, sum frammanundan eru avtalaðar. Hesar uppgávur snúgva seg um samfelags-, mentanar- og náttúruviðurskifti á ferðamálinum, og skulu ganga inn í ferðafrágreiðingina, sum verður skrivað aftaná ferðina. Á ferðini skal ein vitjan á fólkaskúla ella øðrum undirstovni vera á skránni, og henda vitjan skal eisini vera partur av endaligu frágreiðingini frá lestrarferðini. Lestrarferðin kann vera hildin í Føroyum ella einum av hinum Norðanlondunum ella Skotlandi, og varir í mesta lagi eina viku.
Próvtøkuháttur
Hesin útbúgvingarparturin verður mettur staðin/ikki staðin. Til tess at standa henda part verður kravt, at hin lesandi er við á lestrarferðini og loysir uppgávukrøvini, sum eru sett á ferðini og aftaná, at komið er heim aftur. Berst lesandi frá at koma við á lestrarferðina, skal hann í staðin skriva eina ”avloysingar-uppgávu” sum verður sett og eftirmett av undirvísarunum. Uppgávan skal svara til eitt ”viku-arbeiði”, tvs. 40 tíma arbeiði.