7254.09 - E-læring


Skeiðsnummar
7254.09
Heiti
E-læring
ECTS
3
Endamál
At lesandi læra at gagnnýta teir møguleikar sum teldu-/margmiðlatøkni og internetið bjóða í skipaðum og óformellum undirvísingar- og læringshøpi. Á skeiðnum verður dentur lagdur á web2, samskifti og interaktivitet, SMART-board tøkni, heimasíðusmíð og rokniark sum amboð í smb. við kvantiativt arbeiðs- og háttalag.
Innihald
Ein partur av skeiðnum byggir á CSCL (Computer Supported Collaborative Learning), sum í stuttum kann lýsast sum ein háttur at sniðgeva (designa) didaktiska tilrættalegging, undirvísing og læring, har lesandi samstarva og samskifta umvegis teldu og internetið. Á skeiðnum skulu lesandi arbeiða ástøðiliga við CSCL, men eisini í praksis royna at samstarva og samskifta umvegis samskiftispallunum First Class (FC), har óstevjavnaða (asynkrona) samskiftið fer fram í floks- og bólkastevnum og/ella sum teldupostur, og Skype har stevjavnaða (synkrona) samskiftið í stóran mun fer fram. Í hesum sambandi skulu lesandi gjøgnumføra og standa eina uppgávu, sum er nærri lýst í serstakari uppgávulýsing (sí ”Uppgáva í E-læring á náttúrulinjuni”. Umframt nevndu skeiðspartar, verður arbeitt við nýggju menningini av internetinum, web2, og amboðsforritunum, rokniarkinum Excel, heimasíðuforrinum SharePoint Designer 2007 og nýggju interaktivu talvuni, Smart Board.
Próvtøkuháttur
Fyrilestrar, upplegg frá lærarum og lesandi, bólkaarbeiði, kjak og framløgur frá lesandi/bólkum. Innanhýsis meting. Staðið - ikki staðið. Verður uppgávan ikki staðin, skal lesandi lata inn nýtt skrivligt avrik til metingar í seinast lagi fríggjadagin 16.10.2009. Henda spurdómsstýrda avloysningsuppgáva skal taka støði í skeiðstilfarinum, og vera 6 normalsíður til longdar.