7303.10 - Prosa


Skeiðsnummar
7303.10
Heiti
Prosa
ECTS
9
Endamál
Málið við skeiðnum er: -at lesa tekstir frá øllum tíðarskeiðnum frá aldaskiftinum 1900 til okkara dagar. -at tey lesandi ogna sær bókmentasøguligt innlit og førleika at lesa, greina og tulka prosatekstir frá ymsum tíðarskeiðum. -at tey lesandi ogna sær vitan um rák og eyðkenni innan føroyskar prosabókmentir . -at tey lesandi ogna sær førleikar at viðgera didaktiskar spurningar í sambandi við prosabókmentir. -at geva teimum lesandi førleika at seta undirvísingartilfar saman til ymisk stig í fólkaskúlanum.
Innihald
Skeiðið er ein ferð gjøgnum føroyskan prosaskaldskap frá fyrstu stuttsøgunum á føroyskum um aldaskiftið og fyrstu skaldsøguni í 1909 fram til føroyskar prosabókmentir nú. Ymiskir prosatekstir, sum umboða ymisk bókmentalig rák ymsar tíðir verða lisnir og settir í bókmentasøguligan samanhang. Tilfarið skal geva teimum lesandi eitt yvirlit yvir ymisku prosabókmentirnar í føroyskari bókmentasøgu eins og djúpari kunnleika til tekstir og verk frá ymiskum tíðarskeiðum umboðandi ymisk rák. Dentur verður lagdur á greining og tulking. Skeiðið skal geva teimum lesandi førleika at seta saman fjølbroytt prosatilfar til undirvísing á ymsum stigum í fólkaskúlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um 6 vikur á 2 dagar umframt eina heila viku til endaligt skrivligt verkevni. Undirvíst verður mánadag og fríggjadag. Tey lesandi fara at arbeiða við: At neyvlesa og greina tekstir. Viðgera didaktiskar spurningar og meta, hvussu undirvíst kann verða í prosatekstum. Undirvísingin skiftir millum fyrilestrar, ymsar framløgur, sum einstaklingar standa fyri, bólkaarbeiði og skrivlig verkevni.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við einum vikuverkevni, sum kann verða skrivað einsæris ella í bólkum. Uppgávukrøv eru lýst í serstøkum uppgávuskjali. Tann lesandi skal vísa: - at hann hevur ognað sær innlit og førleika at lesa prosa í bókmentasøguligum samanhangi. - at hann hevur ognað sær førleika at greina og tulka prosatekstir. Harumframt verður hugt at: • Hvussu hegnisliga tann lesandi megnar at skipa uppgávuna. • Hvussu væl tann lesandi dugir at hugsa didaktiskt í sambandi við prosatekstir. • At tann lesandi orðar seg vandaliga, hevur gott orðalag og stavar rætt. • At tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina.