7307.11 - Barna- og ungdómsbókmentir


Skeiðsnummar
7307.11
Heiti
Barna- og ungdómsbókmentir
ECTS
5
Endamál
Tey lesandi skulu fáa eitt søguligt innlit í tekstslagið barna- og ungdómsbókmentir, t.d. hvussu tær hava tikið seg upp og fylgt rákinum við øktum stovnsgjørdum barn- og ungdómi. Tekstir verða lisnir og greinaðir, og hugt verður at, hvussu valdandi samfelagshugburður kemur til sjóndar og hvussu hesin skiftir, alt eftir hvørji tíð teksturin er vorðin til í. Barna- og ungdómsbøkur hava upprunaliga havt eitt uppalandi og didaktiskt endamál. Hetta mál verður umrøtt og støða tikin til, eins og mett verður um samtíðar barna- og ungdómsbókmentir. Við tekst meinast við alt frá skrivaðum og hoyrdum teksti til teknaðar og livandi myndir. Tey lesandi skulu verða før fyri leggja fram, meta um og ummæla eina bók. Hetta avrik byggir á almennan greiningarførleika. Dentur verður lagdur á at brúka føroyskt upprunatilfar, men týddar bøkur eru eisini partur av setninginum. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu • Fáa eitt ástøðiligt og verkligt innlit í evnið barna- og ungdómsbókmentir • Menna sín greiningarførleika og viðgera eyðkenni við barna- og ungdómsbókum. • Fáa íblástur til, hvussu bókmentir kunnu brúkast í skúla og gerandisdegi, t.d. at stimbra lesihug, frásagnarhug og nøra um orðfeingi, nerta við viðkvom evni, veita og víðka um alskyns vitan.
Innihald
Skeiðið er skift í ástøðiligan og verkligan part, ið byggja hvør á annan, t.d. skulu tey lesandi hava framløgur, har tey vísa, at tey duga at knýta ástøði saman við útvaldum teksti. Somuleiðis verður lagt upp til, at tey lesandi í heila tikið duga at gera javnsetingar (draga parallellir) og vísa sín førleika at greina og meta um tað, tey fáast við.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva, Galdandi próvtalsstiga.