7308.11 - Málfjølbroytni


Skeiðsnummar
7308.11
Heiti
Málfjølbroytni
ECTS
2,5
Endamál
At geva teimum lesandi fatan av: d) hvussu føroyska málsamfelagið m.a. sær og sá út, og hvat ger seg galdandi, tá mál og málføri broytast e) hvussu ein á skipaðan hátt arbeiðir við málnýtslu sum granskingarevni og skjalprógvar arbeiðslag og kanningarúrslit f) Yrkisorðum, ástøði og háttaløgum, - bæði innan málfrøði og samfelagsmálvísindi
Innihald
Skeiðið er um málfjølbroytni, og hvat ið ávirkar og/ella elvir til ymsa málnýtslu. Arbeitt verður við málførum, dialektum, sosiolektum, registarnýtslu o.l., eins og málfrøðilig og samfelagsmálfrøðilig háttaløg verða gjøgnumgingin at skilja, hvussu ein fer um slíkt vísindaligt máltilfar. Skeiðið byggir á hollan kunnleika um føroyska mállæru og nakað av kunnleika til norrønt og ljóðlæru. Yvirlit skal fáast yvir ávís eyðkenni í føroyskum bygdamáli, eins og málnýtsla hjá ávísum samfelagsbólkum, registarnýtsla og málsiðvenja verða viðgjørd. Hetta verður gjørt við at lesa ástøðistekstir í sambandi við málfjølbroytni og gera javnsetingar við veruleikan. Somuleiðis verður lurtað eftir nýggjum og gomlum ljóðupptøkum, eins og arbeitt verður við gomlum ljóðrøttum uppskriftum. Samskifti um málnýtslu og málbroytingar er sjálvsagdur partur av skeiðsinnihaldinum. Skil skal fáast á hugtøk ella yrkisorð, so sum dialektkontinuum, relikt máløki, máloyggj, kategori- og prototypuástøði, real-time og apparent time rannsóknir, samleika og stigmatisering og fordómar í sambandi við ávísa málnýtslu, isogloss, samfelagsmálfrøðiligar brigdlar o.l.. Arbeitt verður fyrst og fremst við føroyskum máli, men verður sjónarringurin víðkaður við at taka dømi úr øðrum málum, verður tað gjørt.
Próvtøkuháttur
4 tíma skrivlig roynd, - eingi hjálparamboð loyvd.
Lestrarlisti
Andreasen, P. og Árni Dahl: Mállæra Føroya skúlabókagrunnur, 1997. Beard, Adrian: The Language of Sport. Routledge – Taylor & Francis Group. 1998. Chambers & Trudgill: Dialectology. Second Edition. Cambridge Textbooks in Linguistics. The Press Syndicate of the University of Cambridge. 2004. Davidsen, K. og J. Mikkelsen: Ein ferð inn í føroyskt. Sprotin, 2010. Endresen, Rolf o.fl.: Innføring i lingvistikk. Universitetsforlaget. 2. útg. Oslo. 2000. Hudson, R.A: Sosiolinguistics. Second Edition. Cambridge Textbooks in Linguistics. The Press Syndicate of University of Cambridge. 2001. Stålhammar, Mall: Metaforernas mönster – i fackspråk och allmänspråk. Carlsson Bokförlag. Stockholm. 1997.