7371.12 - Politikkur og fyrisiting


Skeiðsnummar
7371.12
Heiti
Politikkur og fyrisiting
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Skeiðið er primert ætlað sum grundstøði undir undirvísing í fólkaskúlalærugreinini “Søga og samtíð”. Harnæsta gevur tað innlit í samfelagligu partarnar av lærugreini “Fjølmiðlar”.
Innihald
Skeiðið er bygt upp av fýra partskeiðum, ið øll eru stjórnmálafrøðilig: Politologi Politologi – fak og kjarnuhugtøk, føroyskur politikkur 1906-1948, politiskaskipanin og politiskaumhvørvið, føroyskur politikkur 1948-2012 Fyrisiting, Miðfyrisiting, føroyskar fyrisitingarlógir, onnur almenn fyrisiting, føroysku kommunurnar Altjóða fyrisiting Globala politiska skipanin, Føroyar í globaliseringini, evropeiska samveldið, Føroyar, ES og ríkisfelagsskapurin Miðlar og almenningur Miðlar og almenningur, føroyski almenningurin Skeiðið er í høvuðsheitum yvirskipað teoretiskt, men arbeitt verður eisini empiriskt og metodiskt við føroyskum tilfari av bæði kvalitativum og kvantitativum slagi. Neyvari innihaldið verður tilskilað í sjálvum skeiðsyvirlitinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Mánadagar verða í høvuðsheitum teoriundirvísing, har fyrilestrar og kjak verða um ymisku evnini, ið eru á dagsskrá. Her er talan um torført teoretiskt tilfar, ið tryggjar fakliga støðið á skeiðnum. Fríggjadagarnar verður arbeitt við føroyskum tilfari, har fyrilestrarnir verða stytri og kjakið meiri didaktiskt orienterað, soleiðis at studentarnir venja seg við at síggja undirvísingarmøguleikar í tí tilfari, ið finst um føroysk viðurskifti. Fríggjadagar verður eisini arbeitt didaktiskt við smærri tilfari, ið verður funnið til høvið. Hetta síðsta er í høvuðsheitum bólkaarbeiði, men nýtist ikki altíð at vera tað. Um neyðugt kann tó verða rokerað millum dagarnar. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Skeiðið er í høvuðsheitum bygt á hesar ásetingar frá námsætlanini fyri Søgu og Samtíð í 9. og 10. flokki. • við dømum at vísa á, hvussu ráðandi virði og hugsanir í ávísum tíðarskeiðum kunnu vera avgerandi fyri týðandi hendingar og samfelagsbroytingar • at vísa á ymisk sløg av fólkaræði og taka støðu til, hvørji rættindi og hvørjar skyldur verða givin/áløgd einstaklinginum (9.fl.) • at meta um støðu Føroya sum partur av altjóða samfelagsgongdini (9.fl.) • at greiða frá føroyska samfelagsbygnaðinum við politiskum flokkum, vali, almennari fyrisiting o.s.fr. (9. fl. og 10. fl.) Umframt hetta gevur skeiðið fakliga barlast at undirvísa í pørtum av lærugreinini Fjølmiðlum. Eisini eru nakrar meiri metodiskar ásetingar í námsætlanini, ið ganga aftur fyri øll trý skeiðini í samfelagsfrøði. • at síggja Føroya søgu í mun til norðurlendsku, evropisku og alheimssøguna (9.fl.) • at søkja sær upplýsingar av søguligum og samfelagsligum slag, at metaum og at nýta tær (9. fl. og 10.fl.) • at setaviðkomandispurningar og at arbeiðaviðavmarkaðumsøguligum og samfelagsligumevnum (9. fl. og 10.fl.) • at takastøðu til føroyska og evropiskamentan og hugsanarhátt í mun til aðrarmentanir og hugsanarhættir (10.fl.) • at metaumtýdningin av, at einstaklingurin er søguskaptur og søguskapandi (10.fl.) • at metaumsamspæliðmillummenniskju, náttúru og samfelag, umframtmøguleikarnar at mennasamfelagið (10.fl.) Hesar seinnu ásetingarnar verða ikki beinleiðis endurspeglaðar í pensum, men eru ein partur av didaktiska kjakinum í sjálvari undirvísingini. Málið við skeiðnum er sostatt tvíbýtt. Partvíst skulu studentarnir røkka bachelor-støði, og til tess krevst stórt lesiarbeiði av bæði teoretiskum og empiriskum slagi, ið skal geva studentunum eina sterka fakliga barlast og samleika, soleiðis at teir gerast førir fyri at miða seg í tí støðugt broytiliga samfelagsfrøðiliga heiminum. Men hendan teoretiska og empiriska vitanin skal eisini didaktiserast, og uppgávurnar og partur av undirvísingini skal tí geva studentunum førleikar at gera samfelagsfrøðiligt tilfar tøkt á fólkaskúlastøði.
Próvtøkuháttur
Síðstu vikuna í skeiðnum verður latin inn ein synopsa, har studentarnir hava høvi at søkja vegleiðing. Uppgávuorðingar verða lýstar í øðrum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sámal Matras Kristiansen