7501.10 - Tónleikaástøði


Skeiðsnummar
7501.10
Heiti
Tónleikaástøði
ECTS
12
Endamál
Grundarlagi undir allari tónleikafrálæru í fólkaskúlanum er tónleikaástøði og hoyrilæra. Tann lesandi skal fáa innlit í grundstøði til at skilja tónleik sum abstrakt mál og í teir tríggjar grundstabbarnar í tónleiki. Melodi, harmoni, rútmu, dynamikk og onnur tónlistalig úttrykk. Tann lesandi skal eisini fáa innlit í tónleikametodikk og didaktikk tá ið um tónleikaástøði ræður. Endamálið við skeiðinum er at tann lesandi; 1. fær kunnleika til hvussu nótaskriftin er blivin til 2. kennir nótavirðir, tónahæddir og harmoniskar samanhangir 3. kennir tónlistarlig úttrykk; uppseting av smærri partiturum; ymisk amboð at greina tónleik og við hesum síggja tónlistarligar samanhangir 4. ognar sær førleika at skriva tónleik niður og at tilrættaleggja tónleik til ymisk støði og ymsar bólkar 5. lærir at hugsa um hvussu tónleikaástøði kann brúkast í frálæruni í fólkaskúlanum
Innihald
1. Tónleikaástøðiligan metodikk og didaktikk. 2. Læra tónleækaástøði so tann lesandi gerst førur fyri skriva og leggja tónleik tilrættis. At tónleikaástøði er grundarlag undir at síggja tónlistarligar samanhangir. 3. Læra teir tríggjar grundstabbarnar í tónleiki: Melodi, harmoni og rútmu. 4. Læra tónlistarlig úttrykk.
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur verður lýstur í serstakari lýsing. Eftirmetingarúrslit: Innanhýsis próvdøming verður nýtt. Metingarhátturin er staðið, ikki staðið