7702.10 - Estetiskar lærutilgongdir


Skeiðsnummar
7702.10
Heiti
Estetiskar lærutilgongdir
ECTS
13,5
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at ogna sær vitan um estetiskar námsgreinir, og hvussu estetiskar lærutilgongdir kunnu nýtast í barnagarði og í skúla. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu • duga at skyna á formligum og óformligum lærutilgongdum • fáa holla vitan um, hvat eyðkennir estetiskar lærutilgongdir • læra at hugsa kreativit og innovativt, tá ið tað snýr seg um at skapa góðar menningarumstøður og hugspennandi læringsuppgávur á stovni og í skúla • megna at leggja eina estetiska verkætlan til rættis, at fremja hana í verki og at eftirmeta úrslitið
Innihald
Skeiðið er skift sundur í ein ástøðiligan part og ein praktiskan part. Partarnir byggja á hvønn annan. • Didaktiskar avbjóðingar í barnagarði og í skúla • Kreativitetur og innovatión í mun til menning og læring • Tað týdningarmikla tríbýtið: (1) Mentan til børn, (2) mentan við børnum og (3) barnsins mentan • Børn og digitalir miðlar • Skapanartilgongdir saman við børnum • Flow sum fakligt hugtak og sálarligt fyribrigdi • Verkstaðapedagogikkur í søguligum ljósi • Verkstaðararbeiði sum ítøkilig lærutilgongd
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin er tríbýtt. • Tey lesandi skulu leggja eina estetiska lærutilgongd/verkætlan til rættis • Tey lesandi skulu í starvslæru at royna ætlanina í verki. (Starvsrættaðu dagarnir fara fram annaðhvørt í einum barnagarði ella í 1., 2. ella 3. flokki í fólkaskúlanum). • Eftir starvslæruna skulu tey lesandi skriva eina starvslærufrágreiðing, har tey bregða átøðiliga partin, verkætlanina og starvsroyndirnar saman. (Krøvini til verkætlanina, starvsrættaðu dagarnar og starvslærufrágreiðingina verða lýst nærri í serstøkum uppgávuskjali.) Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri starvsrættaðu dagarnar. Starvslærufrágreiðingin verður mett við støði í galdandi próvtalsstiga.