7002.09 - Skapandi Læra


Skeiðsnummar
7002.09
Heiti
Skapandi Læra
ECTS
4,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er tríbýtt: (1) Tey lesandi skulu fáa greiða fatan av, hvat skapandi læra snýr seg um. (2) Tey lesandi skulu fáa innlit í ástøði, hugtøk og fyribrigdi, sum sermerkja skapandi- og estetiskar lærutilgongdir. (3) Tey lesandi skulu gerast tilvitað um didaktiskar avbjóðingar, ið eru serliga tengdar at skapandi arbeiðshættum
Innihald
Tey evni, ið verða viðgjørd, eru: • Skapandi læra í søguligum høpi • Skapandi læra sum partur av broytingarnámsfrøðiliga rákinum • Grundleggjandi hugtøk í skapandi læru og estetiskum lærutilgongdum • Skapandi læra, kreativitetur og list • Skapandi læra sum mentan og tjóðarbygging • Skapandi læra sum samleikagerð • Skapandi lærutilgongdir í ymiskum lærugreinum • Skapandi lærutilgongdir á dagstovni, í barnagarði og í skúla
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu. Uppgávan verður skrivað í bólki. Uppgávan er lýst í serstøkum uppgávuskjali Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: • Um tann lesandi dugir at draga ástøði, hugtøk og fyribrigdi, ið sermerkja skapandi lærutilgongdir, inn í uppgávusvarið • Um tann lesandi megnar at grunda yvir didaktiskar spurdómar og ivamál, ið eru miðdepils í skapandi arbeiðshættum • Um tann lesandi megnar at skriva ein samanhangandi tekst • Um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina