7004.09 - Barna- og ungdómsmentan


Skeiðsnummar
7004.09
Heiti
Barna- og ungdómsmentan
ECTS
4,5
Endamál
Tey lesandi skulu: • fáa holla vitan um, hvussu fatanin av børnum og barndómi og hugburðurin til børn og barndóm eru broytt gjøgnum tíðina. • verða før fyri at greiða og greina sambandið millum barnasýn og samfelagsskipan. • ogna sær grundleggjandi vitan um barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum. • fáa ástøðiligt innlit í teir høvuðstættir, ið hava eyðkent granskingina av ungdómsmentanum og –bólkum upp ígjøgnum tjúgundu øld. • ogna sær vísindaliga vitan um ungdóm viðvíkjandi heilsu og livikor, frítíð og mentan, útbúgving og framtíð.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgørd, eru: • Barndómur í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum ljósi • Hugtøkini børn og barndómur • Børn sum konstruktión • Barnamentan • Sjónarmiðini hjá børnum og ungum • Hugtakakið ungdómur • Lívsstílurin hjá ungdómi • Miðlar, mentan og frítíð • Ungdómur og seinmodernitetur
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina uppgávu. Uppgávan verður skrivað í bólki. Uppgávan er lýst í serstøkum próvtøkuskjali. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Tey lesandi fáa staðið/ ikki staðið fyri avrikið. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: (1) um tann lesandi hevur ognað sær eina heildarfatan av, hvussu barna- og ungdómsfatanin er broytt gjøgnum tíðina, og hvat eyðkennir barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum, (2) um tann lesandi hevur greiða og týðuliga próvførslu, sum í stóran mun er grundað á vísindaligar tekstir, (3) um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting og (4) um tann lesandi dugir at nýta APA tilvísingarskipanina.