7006.09 - Lívsáskoðan og siðalæra


Skeiðsnummar
7006.09
Heiti
Lívsáskoðan og siðalæra
ECTS
9
Endamál
Sambært endamálsgreinunum fyri virksemi í skúlum og dagstovnum skulu lærarar og námsfrøðingar “í sátt og samvinnu við foreldrini” vera við til at geva børnum “eina kristna og siðalagsliga uppaling.” Uppalingin skal taka støði í “andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.” Hesar orðingar endurspegla bæði kristna siðaarvin og modernaðar siðvenjur, ið hava havt stóra ávirkan á, hvussu føroyska samfelagið er myndað og skipað. Av tí, at námsfrøðingar og lærarar eiga ein týðandi leiklut í at menna børn at gerast virknir samfelagsborgarar, er tað sera týdningarmikið, at teir havagott innlit í og fata tær hugmyndir og lívsfatanir, ið samfelagið byggir á. Lærarar og námsfrøðingar eiga eisini at vera varugir við tær ymsu áskoðanir og virðir, ið børnini, tey arbeiða við, umboða. Endamálið við hesum skeiði er at hjálpa teimum lesandi at 1) nema sær innlit í grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum lívsáskoðanum; 2) læra at hugsa innan skynsemiskarmarnar í hesum lívsáskoðanum; 3) læra at arbeiða við etiskum spurningum innan fyri karmarnar í hesum lívsáskoðanum, og á henda hátt læra, hví folk koma til ymsar niðurstøður í hesum spurningum og 4) á henda hátt skilja, hvønn leiklut lívsáskoðanir og siðalæra hava í teirra yrki.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgjørd, eru: 1) Keldur og røtur í kristnari trúgv og siðvenju í Evropa og Føroyum 2) Modernaðar siðvenjur og sekularisering 3) Broytandi hugmyndir og postmodernitetur í 20. og 21. øld 4) Tríggir grundleggjandi tættir í kristnum lívsáskoðanum: Gud og alheimurin, menniskjasýni, kirkja og samfelag 5) Tættir í modernaða / seinmodernaða samfelagnum, so sum meiningsskapan, mentunarfatan, globalisering, eydna og trivnaður 6) Trúgv í samfelagsligum og politiskum høpi 7) Kristin siðalæra: karmar og tættir 8) Vitan, sannkenning, trúgv og vísind í miðøld og í vísindaligu heimsfatanini 9) Umhvørvi og náttúruvernd úr ymsum sjónarhornum 10) Mannarættindi og siðalæra 11) Mentan og skúli: avbjóðingar og møguleikar í einum fleirmentaðum samfelag
Próvtøkuháttur
1) Hvøn fríggjadag, uttan í viku 51, hittast tey lesandi í lesibólkum, har tey samskifta um tað, tey hava lisið til fyrilestrarnar í vikuni. Sum fyrireiking til hesar bólkar skulu tey lesandi svara nøkrum spurningum, ið verða settir til lesnaðin í vikuni. Hesi svar skulu handast bólkavegleiðarunum skrivliga. Fyri at hava staðið skeiðið krevst, at tey lesandi hava latið hesi svar inn. Undirvísarnir kunna nærri um lesibólkarnar og skrivligu avrikini í skeiðinum. 2) Móti endanum av skeiðinum skriva tey lesandi eina spurdómsstýrda uppgávu. Uppgávan verður skrivað einsæris. Undirvísarnir kunna nærri um uppgávuna í skeiðinum. Vit nýta innan- og uttanhýsis eftirmeting. Próvtal verður givið eftir 13-stiganum. Tá ið mett verður um uppgávuna, verður hugt at: • Um tann lesandi dugir at draga ástøðiligar / hugvísindaligar / etiskar frágreiðingar, hugtøk, sjónarmið og fyribrigdi inn í uppgávuna • Um tann lesandi megnar at viðgera evni úr ymsum sjónarhornum og megnar at argumentera og byggja sína niðurstøðu á viðgerðina av evninum. • Um tann lesandi megnar at brúka viðkomandi bókmentir • Um uppgávan er væl skipað • Um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og stavseting • Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen