7011.10 - Mál- og lesididaktikkur


Skeiðsnummar
7011.10
Heiti
Mál- og lesididaktikkur
ECTS
12
Endamál
Móðurmálsundirvísing í byrjanarflokkunum við denti á málmenning, lesing og skriving. Lesandi fáa kunnleika um týdningarmikli ástøði um serliga málmenning, lesing, skriving og lesitrupulleikar. Dentur verður lagdur á at knýta hetta saman við dagliga arbeiðnum sum fólkaskúlalærarar.
Innihald
1. Móðurmálið, og hvussu málið háttar sær 2. Móðurmálið í heimi og skúla 3. Móðurmálsundirvísingin í byrjanarundirvísingini 4. Málslig tilvitan sum fyritreyt fyri lesing 5. Lesi- og skrivihættir 6. Ymisk eftirmeting 7. Grundarlag undir fakligari lesing 8. Fyritreytir at skilja tað, sum vit lesa 9. Arbeiðshættir - góðir lesi- og skrivivanar 10. Lesitrupulleikar
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu, ið skal vera 15 blaðsíður fyri hvønn bólkin (3 lesandi). Vit nýta innanhýsis próvdøming. Skeiðið verður eftirmett við staðið/ikki staðið.